Dansibandsfestivalurin í Vági nærkast - og hetta vikuskiftið fyrst í mai, sum snýr seg um góðan tónleik, góðan dans, góðan mat, hugna og gott undirhald, verður í ár betri enn nakrantíð, skrivar Dansibandfestivalurin á sínum vanga á facebook.
Og nú er eisini greitt, at kendu norsku dansibandstónleikararnir Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen, sum saman ferðast kring Norðurlond við tiltakinum "Musikk og moro", koma á Dansibandsfestivalin í ár.
Vikuskiftispass fáast á billett.fo. Kampingplássini eru útseld, men enn eru nøkur vikuskiftispass eftir, skrivar Dansibandsfestivalurin.