Musikkskúlin á breddan

Tjóðveldi setir musikkskúlamálið á skrá í býráðnum, so skjótt, sum nýggja býráðið fer til verka, og endamálið er at fáa skúlan til vega í komandi valskeiði

Tórshavnar Musikkskúli hevur gjørt vart við, at skúlans umstøður eru ikki tíðarhóskandi. og tað forðar einum stórum parti av áhugaðum børnum og ungum at sleppa upp í part.

 

Hetta sjónarmið hevur verið ført fram í fleiri ár, og ymsar royndir hava verið gjørdar at koma longur fram á leið, men higartil er ov lítið ítøkiligt hent. Tórshavnar kommuna varðar av Musikkskúlanum í høvuðsstaðnum, sum er landsins størsti, og henni áliggur at útvega skúlanum góðar arbeiðsumstøður.

 

Børnini og ungdómurin eru okkara besta tilfeingi. Tað hevur nógv at siga, at tey fáa frálæru í tónleiki av ymsum slag. Tað er mennandi fyri tey og ger sítt til, at tey fáa eitt ríkt lívsinnihald.

 

Tað hevur eisini víst seg, at frálæran í Føroyum hevur givið afturljóð bæði heima og uttanlands. Tónleikalívið sum heild er ríkað almikið, og tað dylst ikki, at Musikkskúlin hevur upplært tónleikarar, sum standa seg millum tey frægu úti í heimi.

 

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini lagt alstóran dent á at dagføra karmarnar hjá fólkaskúlanum. Ein skúli er í gerð í Hoyvíkshaganum og ein annar á Argjum, og tað eru ikki smá fíggjarlig tøk, sum har verða tikin.

 

Men eina ferð fara tær byggingarnar at hæsa av. Tjóðveldi hevur í síni valskrá staðfest, at flokkurin vil útvega tónleikinum góðar framførslu- og venjingarumstøður, og virkar fyri, at Musikkskúlin fær hóskandi karmar.

 

Hetta merkir, at fáa vit ávirkan eftir býráðsvalið, so fara vit beinanvegin at leggja áherðslu á, at musikkskúlamálið veruliga verður sett á breddan við tí endamáli at fáa hann til vega í komandi valskeiði.

 

Fyrsta takið er at fáa undirtøku í samgongu og býráði fyri, at Musikkskúlin fær nýtíðarhóskandi hølir, og síðani skal málið viðgerast fakliga, politiskt og fíggjarliga, so vit fáa ta bestu loysnina til frama fyri allar partar.

 

Kommunan hevur lagt eina vegleiðandi íløguætlan fyri næstu árini, og har er Musikkskúlin uppií. Tað vil siga, at hann loksins er komin inn í tær fíggjarligu raðfestingarnar, og tað er eitt týðandi stig fyri at koma víðari.

 

Samanumtikið: Tjóðveldi setir musikkskúlamálið á skrá í býráðnum, so skjótt, sum nýggja býráðið fer til verka, og endamálið er at fáa skúlan til vega í komandi valskeiði.