Eftir at hava leitað í longri tíð á internetinum fann Jákup Eli á Lava fram til tann rætta bilin, sum stóð til sølu í Florida. Hann kontaktaði ein dana sum býr í USA, sum segði gott fyri bilinum.
Bilurin, sum hevur 4,9 litra V8 motor og 302 hk er í góðum standi og hevur fingið føroyskar nummarplátur.
Ford Mustang kom av fyrstan tíð á marknaðin í 1964. Framleiðslan byrjaði í Dearborn í Michigan tann 9. marts 1964, og bilurin kom á marknaðin tann 17. apríl.
Mustang hava verið gjørdir øll árini síðan tá. Tann sum verður gjørdur í dag er fimta generatión, ið varð presentaður í 2005 og kom á marknaðin í 2006.