Múte B. Egede í sjónvarpskjaki: Vit kunnu ikki gerast heilt sjálvstøðug

Ferð er komin á kjakið um møguligt sjálvstýri hjá Grønlandi, eftir áhugan hjá Donald Trump fyri landinum.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri var ein av mongum politikarum, sum luttóku í sjónvarpskjakinum. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede úr flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA), sigur í einum sjónvarpskjaki, sum TV 2 og KNR skipaði fyri, at Grønland "ikki kann gerast heilt sjálvstøðugt".

Tað verður framvegis eitt band - til dømis búskaparligt - millum Grønland og Danmark í eini framtíð, har Grønland kanska verður sjálvstøðugt.

- Vit kunnu ikki gerast heilt sjálvstøðug, tá handil fer fram millum londini bæði. Eg eri vísur í, at tað framvegis verða bond millum londini. Enn eru nógvar familjur, sum hava samband. Men tað skal ikki vera útgangsstøðið, sigur Múte B. Egede.

Grønlendski fíggjarmálaráðharrin, Erik Jensen, formaður í flokkinum Siumut, heldur, at "Grønland kann standa á egnum beinum".

- Beint nú fara okkara inntøkur til eitt annað land, og tað er Danmark. - Eg ivist ikki í, at vit kunnu standa á egnum beinum, sigur hann.

- Okkara samhandil við Danmark og USA skal uppstigast, tí tað er eitt týðandi grundarlag, leggur Erik Jensen afturat.

Hann vísir á, at Grønland hevur gott handilssamstarv við Kina á fiskivinnuøkinum. Hann er eisini opin fyri, at USA ger íløgur í rávøruídnaðin.

USA er júst orsøkin til, at sjónvarpskjakið fer fram.

Donald Trump, sum verður innsettur sum amerikanskur forseti fyri aðru ferð í morgin, hevur endurstaðfest ynski sítt um amerikanskan ognarrætt til Grønland.

Í 2019, tá Trump var forseti fyri fyrstu ferð, upplýsti Trump, at USA vildi gjarna keypa Grønland.

Tá varð hann greitt afturvístur av Mette Frederiksen, forsætisráðfrú. Hon kallaði tað fyri "absurt", og tað fekk Trump at avlýsa eina annars ætlaða statsvitjan í Danmark.

Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sigur, at "Eg vóni, at danska ríkisfelagsskapurin fer at halda í fleiri ættarlið framyvir".

Tað er langt á mál, áðrenn Grønland fær sjálvstýri.

 

##med2##

Fyrst skal fólkaatkvøða vera í Grønlandi um málið. Verður avgerð tikin um sjálvstýri, mugu stjórnirnar í Danmark og Grønlandi samráðast um eina avtalu um sjálvstýri.

Tað kann vera ein fløkt tilgongd orsakað av teimum búskaparligu og rættarligu bondunum, sum binda londini saman.

Slík avtala skal eisini samtykkjast av bæði danska og grønlendska landstinginum, og síðani skal avtalan leggjast til fólkaatkvøðu í Grønlandi.

Lars Løkke Rasmussen heldur, at Grønland ongantíð kann gerast heilt sjálvstøðugt. Hann leggur tó afturat, at Danmark heldur ikki hevur "sjálvstýri í sínum absolutta formi".

- Sjálvræði í nútíðarheiminum er rætturin at gera av, hvørjum tú vilt vera bundin at, sigur Løkke.

Aqqaluk Lynge, sum er stovnarin av IA-flokkinum, er samdur við Løkke á tí økinum.

- Tað er neyðugt at siga, at tað eru eingi sjálvstøðug lond í øllum heiminum. Okkara bundni at Danmark skal loysast við at gerast javnbjóðis lond innan danska kongaríkið. Og tí eru vit viðurkend sum hvør síni lond. Føroyar, Danmark og Grønland, sigur hann.

 

/Ritzau/

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri var ein av mongum politikarum, sum luttóku í sjónvarpskjakinum. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Tað vóru áhoyrarar bæði í Keypmannahavn og í Nuuk at fylgja sjónvarpskjakinum. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix