Ein fundur í Helsinki í hesi vikuni millum norðurlond og amerikanska forsetan, Joe Biden, snúði seg um trygdarpolitikk í Eystrasalti og Arktis. Fundurin var fyriskipaður eftir Nato-toppfundin í Vilnius.
Grønland var ikki boðið við, eins og Føroyar og Áland heldur ikki vórðu boðin við.
– Norðurlond kunnu ikki halda fund um trygdarpolitikkin í Arkits, uttan at Grønland er við, sigur formaðurin Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrinum, Múte Borup Egede við grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG.
– Vit eru næstan 20 prosent av Arktis. Fleiri av hinum londunum hava mark móti Arktis. So sjálvandi skulu vit vera við, tá trygdarpolitikkurin í okkara øki verður umrøddur.
– Tá vit verða mett sum sameind í Nato, so skulu tey eisini viðfara okkum sum sameind, leggur Múte Borup Egede dent á.
Hann er tí ógvuliga atfinningarsamur mótvegis norðurlendska samstarvinum.
– Har koyrir eitt 1. lið og eitt 2. lið. Í 1. liði eru teir fimm nationalstatirnir Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Danmark. Og 2. lið fevnir um tey sjálvstýrandi økini Grønland, Føroyar og Áland, sigur hann við Sermitisiaq.
– Vit tær fínu skálrøðurnar snýr tað seg um norðurlendskt samstarv, har vit øll eru við. Men tá tað er ítøkiligur politikkur, gloyma tey okkum og vit sleppa ikki at vera við til at avgera okkara egnu menning.
– Politikkurin í norðurlendska samstarvinum kann ikki góðtakast og hoyrir eini farnari tíð til. Tað er farin tíð at útiloka sjálvstýrandi økini. Tað hava eg týðuliga víst á í norðurlendskum samanhangi, og tað fari eg aftur at vísa á, næstu ferð vit eru saman, sigur Múti Bourup Egede.
Sermitsiaq spyr, um hann fer at taka hetta málið upp við Mette Frederiksen?
– Forsætisráðfrúan kennir míni sjónarmið um norðurlendska samstarvið. Og hon veit eisini, hvat vit halda, tá vit siga einki um Grønland uttan Grønland.
Og Sermitsiaq spyr, hvat hann fer at siga við hana?
– Um Norðurlond ikki taka samstarvið við okkum í álvara og tryggja, at vit eru við og verða hoyrd, tá tað verður samráðst um okkum, so mugu vit umhugsa av nýggjum luttøkuna og hyggja meira vestureftir til onnur arktisk lond við ættfrændir okkara og vita, um vit kunnu menna eitt samstarv tann vegin, har vit verða tikin í álvara.
– Vit skulu tryggja eitt betri samstarv, og tað er upp á tíðina at norðurlond respektera okkum, og at vit liva í Arktis. Vit hava altíð verið her og fara altíð at vera her, so tað ber ikki til at tey ganga uttan um okkum. Nú skulu vit við upp á brúnna og sjálvandi vera við til at gera av, hvat skal henda í Arktis, leggur Múte Bourup Egede dent á.