Mvg?ið forðar ikki trygdini

Tað er ikki Mvg-lóggávan, sum forðar fólki í at keypa trygdarútgerð so sum bjargingarvestar, áðrenn tey fara á flot, heldur Bjarni Djurholm Landsstýrismaður

Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen, heldur, at tað er ov dýrt at keypa bjargingarvestar og aðra trygdarútgerð til bát. Landskassin fer avstað við ov nógvum pengum í avgjøldum, og hetta heldur fólki aftur í at keypa trygdarútgerð.

Í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm spyr Heðin Mortensen, um Landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at taka av avgjøldini á trygdarútgerð.

Men svarið hjá Bjarna Djurholm er noktandi. Tað hevur landsstýrið ongar ætlanir um, og tað er ikki meirvirðisgjaldið, sum heldur fólki aftur í at keypa ein bjargingarvest.

Bjarni Djurholm vísir á, at ein avgjaldið á einum vanligum bjargingarvesti til børn í mesta lagi er 80 krónur. Og tað eru neyvan 80 krónur, sum eru avgerandi fyri, um foreldur hugsa um trygdina hjá børnum sínum ella ikki, heldur landsstýrismaðurin. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at einki avgjald er á trygdarútgerð til fiskiskip, so hetta heldur ikki sjómonnum og reiðaríum aftur í at gera neyðugu og lógarkravdu íløgurnar í trygdarútgerð.

Bjarni Djurholm vísir eisini á, at tá ið lógin um meirvirðisgjald kom, var dentur lagdur á, at hon skuldi vera so einføld sum til bar. Síðani tá eru nógv undantøk gjørd, og nú verður roynt at fara hinvegin aftur og strika undantøkini.

- Ongar ætlanir eru tí um at taka av meirvirðisgjaldið á trygdarútgerð, svarar landsstýrismaðurin Heðini Mortensen, løgtingsmanni.