Myanmar letur politiskar fangar leysar

Myndugleikarnir í Myanmar fyrireika seg til at lata umleið 650 politiskar fangar leysar. Talan er um studentaleiðarar, oddamenn í ymsum minnilutabólkum og tíðindafólk.

Millum teirra, sum verða latin leys, eru nøkur, sum vórðu tikin undir politiskum mótmælisgongum í 1988. Ein teirra er studentaleiðarin Nilar Thein. Í 1988 varð hon dømd átta ára fongsul, men í 2007 varð hon tikin fyri ólógligt samskifti og dømd 65 ára fongsul.

Sambært tíðindastovunum hava myndugleikarnir eisini gjørt av, at ein fyrrverandi forsætisráðharri, sum hevur sitið í húsavarðhaldi, skal sleppa úr varðhaldinum.

Nakrir útlendskir politikarar hava vitjað Myanmar í seinastuni, og teir eru millum annað slopnir at tosa við andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi.