Fríggjadagin 7. desember klokkan 16-18 letur tíggjunda Myndaódnin upp í Steinprenti við gløggi og gávuprentum.
Sjálvt um Myndaódnin aftur í ár er eitt slag av listarligum yvirliti yvir árið ið fór í Steinprenti, so er framsýningin ikki serliga afturlítandi, men tvørturímóti rættiliga her og nú við spildurnýggjum grafikki, umframt málningar og træ- og tekstilobjekt. Tað er tann góða føroyska og norðurlendska samtíðarlistin við framúr verkum hjá Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev.
2018 hevur verið eitt serstakliga virkið ár í Steinprenti við mongum framsýningum og enn fleiri steinprentum, sum dugnalig listafólk hava skapað saman við verkstaðsfólkunum. Við á framsýningini verða eitt nú tey nýggju prentini, ið Bárður Jákupsson hevur gjørt sum gávuprent til limirnar í Steinbrá, stuðulsfelagnum hjá Steinprenti. At vera limur í Steinbrá kostar 500 krónur árið; øll eru hjartaliga vælkomin at gerast limir. Og limirnir kunnu av sonnum gleða seg, tí nýggju gávuprentini eru herlig. Í mun til hvussu væl okkum dámar veitslur, er tað í grundini undrunarsamt hvussu lítið veitslurnar hava fyllt sum myndevni í listini. Hetta hevur Bárður Jákupsson gjørt nakað við í sínum fjálgu steinprentum - tey eru á tremur av góðum veitslulag, vøkrum litum og skapum og við hópin av smáum portrettum av menniskjum, sum práta, dansa, drekka, flenna og eru í góðum lag.
Bárður Oskarsson, sum fyri kortum vann ta stóru norðurlendsku barnabókmentavirðislønina, verður eisini við á framsýningini við nøkrum steinprentum, sum vísa, at hóast munur er millum tær elskuligu barnabókatekningarnar og ta meira døpru myndlistina hjá honum, so eru áhugaverdar líkheitir t.d. í teirri livandi, ójøvnu strikuni og í einfalda myndabygnaðinum.
Hansina Iversen hevur hesar seinastu vikurnar avrikað fleiri verk á grafiska verkstaðnum, m.a. eina røð av smáum koloristiskum steinprentum, ið um somu tíð tykjast einføld og samansett við so nógvum og so ríkum litløgum, at tað er eitt satt myndlistarligt undur, at tey passa inn í tað lítla myndarúmið. Og sjálvt um tøknið er øðrvísi í bleytu tekstilverkunum hjá Randi Samsonsen, so eru eisini tey nonfigurativ við buglandi útúrgerðum, ið geva hugasamband til okkurt lívfrøðiligt, stuttligt, margháttligt og vakurt.
Kinna Poulsen kuraterar framsýningina, sum er opin til 19.januar 2019.