Fyri einum mánaði síðani boðaði Janus Gunnarson frá, at nýggja hugskot hansara, Myndaboks, hevði fingið pláss á Roskildefestivalinum og nú hevur hann gjørt avtalu við tveir tónleikafestivalar afturat í Danmark.
Hesaferð er talan um Smukfestivalin og Distortion.
- Eg havi bara torað at droymt um tað fyrr, men seinastu tíðina havi eg arbeitt miðvíst fram móti hesum, segði hann, tá tað gjørdist greitt, at avtalan við Roskilde var komin í boks.
Myndaboks hevur verið væl umtókt á ymisku festivalunum í Føroyum. Tað byrjaði á G! í 2015, tók Ólavsøkuna og Summarfestivalin á bóli og á jólum fóru havnafólk maður av húsi at taka sær jólamyndir. Tá Vikublaðið tosaði við Janus Gunnarson undan jólum nevndi hann, at hann kundi hugsað sær at farið til Danmarkar við Myndaboksini. Fyrst í hesum árinum flutti hann og konan niður og nú byrja úrslit av álvara at síggjast.
Myndaboks, ella Pixboks, sum heitið er niðri, er einfalt og byggir á gomlu fotoboksirnar. Tú trínur inn, myndirnar verða tiknar og ein minutt seinni stendur tú við myndini í hondini.
- Tað verður enn arbeitt við øllum møguligum støðum, men her niðri er Roskilde Festivalurin tað besta, og tá tann avtalan er upp á pláss, so fellur restin nokk í hakk næstan av sær sjálvum, tí teir minnu festivalarnir fylgja við, segði Janus Gunnarson fyri einum mánaði síðani, og nú gongur sjón fyri søgn.
- Á Smuk Festivalinum er m.a. Rihanna eitt av høvuðsnøvnunum - og hon skal verða hjartaliga vælkomin at taka mynd eisini, skrivar Janus Gunnarsson á facebookvanga sínum.
Hvat merkir tað so fyri virksemi í Føroyum?
- Myndaboksin verður í Føroyum eisini, men eg tori ikki at siga ov nógv um akkurát nær og til júst hvat tiltak, áðrenn allar avtalurnar eru komnar orduliga upp á pláss, sigur Janus Gunnarson.