Tað var í 1958, at Geodætisk Institut tók fyrstu flogmyndirnar av Føroyum. Í nøkur ár, hevur verið møguligt síggja hesar myndirnar her á foroyakort.fo. Flogmyndirnar frá 1958 eru nú gjørdar til myndakort ávís støð í landinum. Myndakort kunnu síggjast saman við øðrum kortum, eitt nú nýggjari myndakortum ella matrikulkortum. Fyribils eru myndakort gjørd hesi støð, men við tíðini leggjast fleiri aftrat:
- Klaksvík
- Eiði
- Fuglafjørður
- Leirvík
- Runavík
- Toftir og Nes
- Vestmanna
- Tórshavn, Hoyvík og Argir
- Flogvøllurin
- Skopun
- Sandur
- Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur og Ørðavík
- Vágur og Nes
Á myndini ovast sæst hvussu tað sær út tá myndakort frá 1958 og nýggj myndakort verða sett saman.
Eina video vegleiðing, hvussu kortini kunnu samanberast, finnur tú við at klikkja her.
Hetta skrivar Umhvørvisstovan á us.fo og har er eisini annað at frætta um hetta.