Herfyri skipaði Tvøroyrar Bóltfelag fyri fótbóltsskúla við Stórá, sum vanligt er á hvørjum ári.
Og tað eydnaðist stak væl, sambært fyriskiparunum:
– At skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla krevur nógv, og vilja okur takka øllum teimum, sum hava givið eina hond – bæði á og uttanfyri vøllin. Uttan hesa hjálp og vælvild frá øllum bar ikki til at skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla, ið er til gleði fyri so mong ár um ár. Hetta sjálvbodna arbeiðið má á ongan hátt undirmetast, og er tað sjálvur grundarsteinurin undir einum felagið sum TB og Fótbóltsskúlanum við Stórá.
– Og ikki minst ein stór tøkk til allir luttakararnar. Fantastiska stuttligt at síggja, hvussu røsk og hugagóð tey eru, siga fyriskipararnir.
Her eru nakrar myndir frá fótbóltsskúlanum við Stórá.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
Børn og ung í árgangunum U7 til og við U15 luttóku.
##med8##
##med9##
##med10##
Byrjað varð mikudagin 11. august, og seinasti dagur var fríggjadagin 13. august.
##med11##
##med12##
##med13##