Seint í gjárkvøldið rendu teir seg í ein stóran leka í Sandoyartunlinum, og vatn fossaði inn í tunnilin Sandoyarmegin. Sambært tunnilsstjóranum, Teiti Samuelsen, sum In.fo skifti orð við í morgun, megnaðu pumpurnar ikki at halda lens.
Neyðugt hevur verið við hjálp frá sløkkiliðunum í Sandoynni, og tá Teistin kom fyrsta túr av Gomlurætt í morgun, vóru bæði bilar og pumpur við, sum skulu hjálpa til við at pumpa vatnið úr tunlinum.
Her var eitt nú bilur hjá Tórshavnar Sløkkiliði, og her vóru pumpur hjá KJ Hydraulik. Ymisk akfør, sum komu við Teistanum í morgun, koyrdu beina leið oman á byggiøkið við tunnilsmunnan í Traðardali.
Við In.fo í morgun segði Teitur Samuelsen, at hóast lekin er stórur, væntar hann ikki, at støðan er so dramatisk kortini, sum hon sær út til at vera. - Tað hendi nøkunlunda tað sama í Eysturoyartunlinum, sigur hann.
Í morgun vistu tunnilsstjórin ikki at siga neyvt, hvussu stórur lekin er, men fyribils eru metingarnar, at tað lekur einar 2.000-3.000 litrar inn í tunnilin um minuttin, so niðast í tunlinum er nógv vatn nú.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##