At teir soleiðis standa og grindað merkir, at teir hvíla ella sova. Tá standa teir upp og niður í sjónum, og koma uppundan við jøvnum millumbili.
Fýra kajakkir og tveir svimjarar hava verið hjá hvalunum, men teir lótust ikki um vón.
Rúni Thomsen í Hvalba hevur avmyndað hvalirnar, og annars fylgt væl við teimum hesar dagarnar.
Ein av hvalunum er nú deyður. Hetta fekk Rúna Thomsen at venda sær til havfrøðingin Bjarna Mikkelsen, og á sínum facebook vanga endurgevur Rúni Thomsen svarið, sum hann hevur fingið frá Bjarna Mikkelsen:
Mest vanliga ástøðið fyri, hví grind stendur og grindar, er at teir harvið kunnu síggja hvat er rundan um teir. Tað er mest vanligt at grind grindar nær við land, tá hon fær frið, meðan tað ikki er líka vanligt útiá.
Men hetta er nokk ikki allur sannleikin, tí grindin hevur ikki fyri neyðini at standa fýra dagar og hyggja at Hvalba.
So tí er ein forkláring nokk eisini, at hetta er ein lættari máti at standa still í sjónum, nú hvalirnir ikki flyta seg stórvegis.
At fýra ella fimm hvalir soleiðis koma einsamallir inn unndir land, er eisini ein áhugaverdur spurningur: hava teir mist flokkin burtur, ella eru teir koyrdir úr bólkinm, kanska vegna sjúku, kanska tí at ein hvalur ikki kláraði at fylgja við restini, og hinir valdu at fylgja tí eina hvalinum?
Kann vera, at ein av hvalunum er sjúkur, og tí fara teir heldur ikki avstað aftur.
So nú er ein hvalur deyður. Spennandi at vita hvat hinir hvalirnir nú finna uppá?
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
Myndir: Rúni Thomsen