Myndir: Mentanarnátt í Havn

Nógv fólk er í havnargøtum í kvøld, nú mentanarnátt - ella lítla ólavsøka, sum onkur rópar kvøldið - er í høvuðsstaðnum.

 

 

Umframt, at mentanarnáttin savnar nógv fólk kring um í havnargøtum, merkist tað serliga niðri í Tórsgøtu og Vágsbotni, at landsdysturin millum Føroyar og Spania eisini hevur verið vístur á stórskíggja.

Veðrið í kvøld er so avbera gott. Tað er turt, og tað er ikki kalt, og øll útlit eru til, at tey, sum hava leitað sær oman í býin, hava allar møguleikar at njóta býtúrin. Handlar niðri í býnum hava leingi opið, og ymisk tiltøk eru kring um.

Ein trupulleiki kann vera, at tað er ringt at fáa parkeringspláss niðri í býnum, og onkrar gøtur eru stongdar fyri bilaferðslu, nú lítla ólavsøka er í havnargøtum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##