Myndir: Top Gear vitjar í Eysturoyartunlinum

Top Gear er navnið á heimsins kendastu sjónvarpssending um bilar. Tað er BBC, sum ger sendingina, og nú hava tey verið í Føroyum.

Her hava tey koyrt runt landið við flottum nýggjum bili av slagnum Conti GT Bentley, og so hava tey tikið myndir av bilinum í føroysku náttúruni.

##med2##

##med7##

Millum annað vóru tey ein túr í Eysturoyartunlinum fyri at taka nakrar serligar myndir í myrka ólidna tunlinum.

Her hittu tey Teit Samuelsen, stjóra í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, og hann segði soleiðis við TopGear:

- Hetta er fyrsti bensin bilur, sum nakrantíð hevur verið niðri her. Í roynd og veru er hetta fyrsti bilurin. Og heilt vist hin fyrsti Bentley.

Vit loyva okkum at vísa nakrar av flottu myndunum her:

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

- Conti GT er ein halgidómur av leðuri og marglæti. Vit taka hann við til ein tunnil í Norðuratlantshavinum, skrivar Top Gear í greinini.

Greinin um túrin í Føroyum og vitjanina í Eysturoyartunlinum er at lesa HER.