Myndirnar vekja gomlu minni

Fólkini, sum higartil hava vitjað myndaframsýningina í Skálanum í Klaksvík, hava hjálpt væl til við at seta nøvn á

Framsýning: Tað eru serliga fólk oman fyri 60 ár, ið fáa nógv burtur úr at vitja myndaframsýningina, sum í hesum døgum er í Skálanum í Klaksvík.

Hetta er myndir, sum tiknar vórðu í Thule Bókhandli og hava ligið í húsinum síðan. Nú eigur Betesda húsið.

Allar myndirnar eru gjørdar av glasplátum, og felags fyri tær er, at tær eru væl varðveittar, ikki ein skøva í nakrari mynd.

Myndirnar ganga fram til 1956, tá glaspláturnar vórðu avloystar av filmi. Av tí at mydnirnar eru so gamlar, eru tað serliga tey tilkomnu, sum kenna fólk aftur. Tey yngru kunnu tó síggja líkheitir, og eisini ber til at hyggja eftir klædnadraktum, hármóta og øðrum.

Flestu myndirnar eru av familjum og børnum, sum hava verið hjá fotografi. Onkrar passmyndir eru, próvmyndir og floksmyndir. Nakrar myndir eru eldri, avmyndaðar til bøkur ella annað.

Magna Thomassen og Hanna Hansen, sum báðar eru úr Klaksvík, hava sett framsýningina upp.

Magna Thomassen sigur, at flestu fólkini, sum vitja, geva sær góðar stundir, og tað skal eisini minst ein tíma til at hyggja eftir øllum myndunum.

Fólk standa saman og hyggja. Í fleiri førum var einki navn un dir myndunum, men tey, sum hava vitjað, hava hjálpt væl til við at seta nøvn á. Fólk hava eisini verið ófør við at fara víðari, ringja og spyrja og eru so komin aftur við nøvnunum.

Framsýningin verður opin fram til hósdagin, hvønn dag frá klokkan 16 til 20.