Farna árið var eitt av teimum hendingaríkastu føroysku myndlistini viðvíkjandi. Jóladøgverðarnir í fjør vóru enn ikki ordiliga sodnaðir, tá útvarpið boðaði frá, at nýggjur leiðari var settur í Listasavni Føroya. Fráboðanin var væntað og tí helt mann róliga og handavanur áfram við at pakka karamellur út. Tað var ikki fyrr enn navnið á nýggja leiðaranum var nevnt, at mann fullkomiliga gloymdi at svølgja og tessvegna mundi kvalst í einari av teimum gulu rundu.
Hóast nógv rok, fundarvirksemi og hvasslig mótmæli frá m.a. formanninum í stýrinum fyri Listasavninum Gunnari Hoydal, var Helgi Fossádal sitandi í leiðarasessi listasavnsins og har situr hann sum kunnugt framhaldandi. Gunnar Hoydal valdi at fara frá og nýggi stýrisformaðurin eitur Jógvan Páll Lassen, meðan varðaformaður er Einar Waag. Eingin teirra hevur sýnt serligan áhuga fyri myndlist eins og Gunnar Hoydal, sum eitt nú hevur skrivað tekstir um Ingálv av Reyni, Janus Kamban o.a. Tó mugu vit staðfesta, at sonevnda listastríðið hevur verið alt annað enn úrslitarleyst. Hetta gerst av álvara greitt, tá tú roynir at fáa yvirlit yvir hvat hendi innan føroyska myndlist í 2005. Fyri tað fyrsta hevur áhugin fyri myndlistini verið ógvuliga stórur millum fólk og tað er ikki merkiligt, tá hugsað verður um hvussu frammaliga myndlistin hevur verið raðfest í fjølmiðlunum hetta árið. Tað hevur ikki hent seg áður, at evni, ið viðvíkja myndlistini hava verið høvuðsyvirskriftir í so nógvum sendingum, greinum, keiputekningum osfr. her heima í Føroyum. Úrslitið av hesum hevur verið, at føroyingar hava prátað og kjakast meira um list í ár og tað er gott.
Listasavnið sjálvsognarstovnur
Tað, sum er minni gott er, at ein persónur uttan listfrøðiliga útbúgving er settur at leiða okkara tjóðarlistasavn, tó at tað er áhugavert, at hetta yvirhøvur kundi lata seg gera ikki minst við vælsignilsi frá mentamálaráðnum við Jógvani á Lakjuni á odda. Mentamálaráðharrin, -segði hann, kundi ikki fara at blanda seg uppí starvssetanir í Listasavni Føroya, tí Listasavnið er, -segði hann: sjálvsognarstovnur. Av øllum teimum margháttligu úttalilsunum, sum listarokið førdi við sær, var tað henda staðfestingin frá landsstýrismanninum, ið skakaði mest. Eitt er, at Listasavnið fær yvir tvær milliónur í almennum stuðuli árliga og at støðan í so máta man ørkymla hini listagallaríini í landinum (hvør segði kappingaravlaging?). Men viðmerking mentamálaráðharrans merkir eyðsýniliga eisini, at lagna listasavnsins er upp til skiftandi privatfólk at avgera. Í samrøðu við Georg L. Samuelsen í Dimmalætting 7. januar í fjør segði mentamálaráðharrin, at hann kundi vera noyddur at fara inn í mál, sum viðvíkja Listasavninum, tí talan hóast alt er um okkara tjóðarsavn. Men hvat meira skal so til fyri at fáa hetta at henda? Í grein í Dimmalætting 22.mars tosar Jógvan á Lakjuni um at endurskoða viðtøkurnar fyri savnið saman við nýggja stýrinum við atliti til møguligar bygnaðarbroytingar á savninum. Er hetta gjørt? Vit bíða eftir eini frágreiðing.
Fasta framsýningin vorðin vánaligari
Tó at listasavnið er ein sjálvsognarstovnur, hevur savnið tær skyldir, sum eitt tjóðarlistasavn hevur og sum millum annað fevnir um at keypa og sýna fram tað besta innan føroyska samtíðarlist. Hesum knípur tað við í løtuni. T.d. varð einki keypt til savnið á ársins bestu føroysku felagsframsýning; Heystframsýningini. Eyðvitað verður skráin í einum listasavni vanliga løgd fleiri ár fram, tó at pláss onkuntíð verður fyri spontanum hugskotum, tá avlýsingar o.a. eru. Hetta er eisini galdandi fyri eitt nú forkunnugu framsýningina við Edvard Munch, ið longu var á tekniborðinum, tá Bárður Jákupsson var leiðari í Listaskálanum. Hinvegin eru broytingarnar, sum nú eru hendar við teirri føstu framsýningini eftir øllum at døma framdar av nýggju leiðsluni. Hugskotið at seta verk hjá ungum listafólkum saman við eldri klassikarum er góður og heppið nýtt t.d. í Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn í framsýningini Clinch. Sama er ikki galdandi fyri framsýningina í Listaskálanum. Fyri tað fyrsta eru góðskukrøvini als ikki nóg høg; vánalig myndlist gerst ikki betri av at verða hongd við síðuna av góðari myndlist. Tað einasta, sum hendir er, at framsýningin sum heild gerst vánaligari eins og tað er hent við føstu framsýningini í Listaskálanum. At vera góður sniðgevi, scenografur, arkitektur osfr. er ikki einsbetýðandi við at vera dygdargott myndlistafólk. Hetta er sjálvsagdur lutur fyri tey flestu, men ikki í Listasavni Føroya, har tey av álvara eru farin at fjasast við brúkslistini. Hetta er saman við ógrundaðum pástandum sum t.d. Tekstillistin er nakað serligt fyri Føroyar í óprofessionella tíðindaskrivinum dagfest 14.nov, rópandi dømi um, at Listasavn Føroya í hættisligan mun vantar ein listfrøðing.
Listasavn á Sandi
Sofus Olsen hevur í greinum víst stóra og holla vitan um føroyska list, sum hann hevur stuðlað og savnað í mong ár. Hann er eisini av álvara ónøgdur við leiðsluna í Listasavni Føroya og hvør veit um tað var henda ónøgd, sum av álvara fekk ferð á ætlanir hansara um at byggja eitt listasavn í føðibygd sínari á Sandi. Í øllum førum stendur savnið longu har og myndirnar, vit sóu í SvF innan úr savninum boða frá góðum. Hetta frálíka privata initiativið átti at verið til íblástur hjá tí almenna. Vit kundu havt eitt Steffan Danielsen savn í Nólsoy, eitt Ruth Smith savn í Vági osfr. og hervið verið uppá forkant við ta sonevndu mentanarturismuna, ið er alsamt vaksandi orsakað av tí vaksandi bólkinum av eldri, men vælhildnum, mentaðum og múgvandi vesturlendingunum, ið tráa eftir autenciteti og mentanarligum upplivingum. Men tað er sjálvandi ivasamt hvørt vit hava ráð til slík lokal listasøvn nú tað ljóðar sum vit ikki longur hava ráð til okkara bókasøvn.
Heystframsýningin
At einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, var stórfingna Heystframsýningin kanska tað greiðasta dømi um í 2005. 12 av okkara bestu listafólkum tóku seg úr myndlistafelagnum, sum tey av ymsum orsøkum vóru ónøgd við. Útbrótararnir, sum tey verða nevnd millum manna, eru hvørki kend sum serligar provotýpir ella klandursvætti. Heldur er talan um hóvlig, væletablerað og seriøs listafólk, sum hava tikið dik á seg til stóra eydnu fyri føroysku myndlistina. Út yvir tær serligu hølisumstøðurnar, var Heystframsýningin ikki skelkandi moderna, men hon var góð. Hvørt tey 12 ella fleiri gera eitt felag ella hvussu og hvat, kunnu tey ikki haldast uttan fyri politiska ávirkan og hetta má mentamálaráðið eisini hava í huga til, tá tey fara at endurskoða bygnaðin fyri Listasavn Føroya.
Aðrir glottar
Av øðrum áhugaverdum listaupplivingum í árinum, sum fór, kunnu nevnast framsýningarnar hjá ávikavíst Jensinu Olsen og Sámal Blak í hølum mentamálaráðsins og framsýningarnar hjá Rannvá Mortensen, Hanna Bjartalíð og Bárði Jákupsson í Galerie Focus. Framsýningin hjá Øssi Johannesen í Gallarí Fríðriksvág var rúgvusmikil og eitt sindur óruddilig. Var hon ikki tað, var lættari at fáa eyguni á perlurnar, sum í roynd og veru vóru millum tær stóru, einfalt málaðu figurkompositiónirnar í orange, svørtum, reyðum og bláum. Stílurin er nýekpsressivur og naivt symbolskur. Sjálvsmyndin og lívsfrágreiðingin eru sentral myndevni hjá Øssi Johannesen, har plágaði einstaklingurin verður lýstur í millum ljós og myrkur ella stríðandi millum tað góða og tað ónda. Í mun til hesar myndirnar tykist huglagið í myndunum hjá Símuni Poulsen øðrvísi einfalt og ljóst. Saman við Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík hevði Símun framsýning í caféini Galleri Jinx í fjør. Vit kenna hansara herligu myndir frá eitt nú Ólavsøkuframsýningini, sum Símun hevur luttikið í fleiri ferðir. Myndevnini eru eygleiðingar úr gerandisdegnum: hús, vegir, innbúgv, bátar, bilar osfr og úttrykkið ber brá av barnsligum góðvarni. Onkrastaðni hevur listamaðurin skrivað á myndina til tess at greiða frá myndevninum, eins og sjónarhornið á sama hátt tykist naivt og øðrvísi. Framsýningin Greivadømi við myndum hjá Karl Einarsson Dunganon, sum Edvard Fuglø setti upp í Norðurlandahúsinum var eisini sera áhugaverd.
Smyril størsta savnið av yngri list
Tað var sjálvandi ikki bert í høvuðsstaðnum, at listarligi aktiviteturin var høgur í 2005. Suðuroyingar ( og vit onnur) fingu eitt flótandi listasavn við nýggja skipinum, sum er myndprýtt við frálíkum myndum hjá yngra ættarliðinum í føroyskari myndlist frá Anker Mortensen til Rannvá Kunoy. Ribarhús í Fuglafirði hevði í heyst eina framsýning við steinprentum hjá Torbjørn Olsen. Myndevnini stavaðu øll frá altartalvunum, sum Torbjørn hevur arbeitt við seinastu árini. Frálíku verkini eru øll framleidd í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali, har sera nógv virksemi hevur verið farna árið. Verkstaðurin hevði framsýning í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og í Sønderjyllands Kunstmuseum. Saman við framsýningini kom ein bóklingur Tryk, har m.a. kendi danski listamaðurin Bjørn Nørgård hugleiðir um verkstaðin: Et værksted har en ånd, sjæl, eller rettere en besjæling af de ting, der udføres i værkstedet. Først de personer, der er værkstedet: Jan og Fríða, og den modtagelse, man får som kunstner og gæst. Man starter som fremmed, og langsomt lukkes man ind i samarbejdets fintmaskede net af muligheder, ideer, tanker, samtaler og dette og hint. Der kommer besøgende, få kender man, andre møder man første gang, så næste gang og næste gang. Værkstedet bliver et samlingspunkt, hvor mennesker mødes.... Mong av hesum vitjandi eru føroysk listarfólk, og tað er allarhelst óneyðugt at staðfesta, hvussu týdningarmikið tað er fyri yrkislistaumhvørvið at kunna møta hesum dugnaligu og vitandi listafólkunum uttanífrá og skifta orð um myndlistina. Av øðrum áhugaverdum útlendskum listafólkum, ið hava arbeitt í Grafiska Verkstaðnum hetta árið kunnu nevnast: Kathrine Ærtebjerg, Kjell Nupen og Peter Carlsen. Tað er annars ein føroyskur listamaður, ið hevur gjørt nakað av tí mesta spennandi, eg havi upplivað í verkstaðnum í ár. Tóroddur Poulsen, ið vit annars kenna sum yrkjara, er veruliga farin at gera um seg innan myndlistina. Hann hevur arbeitt í Grafiska Verkstaðnum tvær ferðir í 2005. Kanska hevur onkur lagt merki til, at yrkjarin í størri mun er farin at myndprýða síni yrkingarsøvn sjálvur, t.d. Svøvnlendingur rættar kumpass (2003): Eygnamørk (2004) og tað nýggja Morgunbókin. Hóast tað ikki var fyrr enn einaferð miðskeiðis í hálvfemsunum, at gongd kom á tað myndlistarliga arbeiðið, so hevur myndlistin altíð ligið frammarlaga millum áhugamálini hjá Tóroddi. Meðan hann t.d. hevur skrivað yrkingar, eru smáar tekningar óavvitandi vaksnar fram millum orðini. Summi verða provokerað av tekningum Tórodds, sum á sama hátt sum yrkingarnar hava okkurt lætt og ómakaleyst yvir sær. Teirra útsøgn liggur ofta í millum skemt og álvara, millum tað ítøkiliga og óítøkiliga, og royndin at lýsa, hvat býr undir sorgblíða ella speiska pokersmílinum, kennist oyðileggjandi bókstavilig. Tóroddur Poulsen er annars eitt upplagt evni til Heystframsýningina, um hesin listabólkur ætlar at hýsa fleiri limum.
Føroysk myndlist hevur eisini á ymsan hátt gjørt um seg uttanlanda í árinum, ið fór. Eitt nú hevur Tróndur Patursson latið úr hondum heimsins størsta listaverk úr glasi; ein lyft til eitt parkeringshús í Vejle í 6 hæddum. 2005 var eisini eitt gott ár hjá Bárði Oskarsson, sum fyrst fekk 60.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum og sum síðan fekk bók sína Ein hundur, en ketta og ein mús selda til Fraklands. Søgan er eisini virkuliga góð og stuttlig, myndirnar ei um at tala. Tað kundi verið áhugavert um Bárður kundi flutt eitt sindur av skemtinum, yvirskotinum og speiseminum og ta fríu strikuna yvir í sínar stóru myndir. Áðurnevnda Sønderjyllands Kunstmuseum hevði stóra framsýning við og um Føroyar við heitinum: Atlantisk Rapsodi. Billeder af Færøerne. Bók var útgivin í sambandi við framsýningina við nógvum og áhugaverdum greinum hjá Bárði Jákupsson, Inger Smærup Sørensen, Jan Andersson, Kristian Blak o.ø., sum tilsamans fyllir 122 síður á donskum og týskum.
Tey eldru og tey ungu
Hetta árið gjørdist Lützenstrøð í Havn eitt keðiligari stað. Listamenninir og grannarnir báðir Eyvindur Mohr og Ingálvur av Reyni fóru báðir í Harrans hendur. Meðan Eyvindur hevði stóra ávirkan á mín byrjandi listaáhuga, var tað abstrakta listin hjá Ingálvi, ið hevði størsta áhugan sum vaksin. Báðir verða teir stórliga saknaðir.
Føroyskir tónleikarar eru forkelaðir, heldur Herdis Jakobsen, sum gongur í 1.flokki í Hoydølum. Hon ætlar sær at vera listakvinna og heldur, at korini fyri myndlistarliga áhugaðan ungdóm eru vánalig. T.d. er eitt nú eingin listaskúli í Føroyum, tú kanst ikki eingang velja fakið á hástig í Hoydølum og tað sær ikki út til, at nakað tiltak er á veg til tess at betra um støðuna. Hóast tekningarnar hjá Herdis kunnu tykjast barnsligar við staðiliga myndevninum av einari stóroygdari, lekrari babe, so er einki at ivast hvørki í hennara talenti ella viljastyrki. Í mun til føroyska list tykist hon sjálvstøðug hvat stíli viðvíkur og tykist meira ávirkað av útlendskum teknirøðum enn av heimligu listini. Myndirnar hjá henni eru møguliga japanskt ávirkaðar, stílurin liggur onkrastaðni millum Hokusai, Pokémon og amerikanska popplist. Tað verður áhugavert at fylgja við í hennara menning, sum m.a. er treytað av at okkurt verður gjørt frá almennari síðu fyri at betra um umstøðurnar hjá ungum listafólki í Føroyum.