Leirvík
- Eg eri fegin um, at vit nú hava eitt samt bygdarráð aftanfyri fjøruloysnina við tunli, og eg haldi, tað er úr vón og viti, um landsstýrið fer at ganga ímóti einum samdum bygdarráð.
Filip Hansen sigur seg ikki ivast í, at umrødda fjøruloysnin hevur størst undirtøku millum borgarar í Leirvík ikki minst, nú NCC saman við John Petersen hava sagt, at teir kunnu fremja hesa verkætlan fyri stívliga 85 miljónir krónur.
- Tað er rætt, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at neystini og lendið, sum skal takast og kompenserast, ikki er við í hesum prísi, men tað er lendið heldur ikki, tá ið ræður um loysnina, sum Bjarni hevur róð uppundir.
Filip heldur ikki nógv um úttalilsini hjá Landsverki um metingarnar, sum stovnurin hevur gjørt sær av kostnaðarmetingini hjá NCC og John Petersen.
- NCC og John Petersen hava drúgvar royndir í slíkari bygging, og tí dugi eg ikki at síggja, hvussu Landsverk kann hava eina so øðrvísi meting.
Stigtakarin til borgarafundin vísir á, at við alternativu vegaføringini omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið, fer verkætlanin avstað við nógvum góðum byggilendi, og haraftrat verður talan um ein rættiliga brattan veg oman í vegaføringina við Statoil.
- Aftrat hesum er ætlanin at hava eina rundkoyring úti við IRF-vegin, har bilar úr Norðoyatunlinum kunnu velja at fara eftir nýggja vegnum ella ígjøgnum sjálva bygdina, sigur Filip Hansen.