Myndugleikarnir skulu sýna stuðul

Løgmaður heldur, at tað er bæði rætt og náttúrligt, at almennu Føroyar eisini eru við til at stuðla fremstu ítróttarfólkum okkara

Seinastu heiðursmerkjahandanina týsdagin var tað Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið handaði heiðursmerkini. Nógv var gjørt burturúr, at sjálvasti “prime minister” hjá føroyingunum skuldi røkja hetta embæti, og sjálvur heldur Jóannes eisini, at hetta var ein heiður hjá sær.

- Tað er avgjørt ein heiður. Eg var við til leikirnar í Hetlandi fyri tveimum árum síðani, og har varð eg eisini biðin um at handa heiðursmerki. Men tað var í pistólskjóting, sum var mær øgiliga einkisigandi, og har heldur eingir føroyingar luttóku.

- Men hetta at sleppa at handa eina medalju í svimjing, sum er ein av okkara allar sterkastu ítróttagreinum, er mær ein stórur heiður. Og so serliga, tá tað so vóru føroysku kvinnurnar, sum skuldu hava medaljurnar. Og tað var eg øgiliga glaður fyri.


Skal virðast

Sum løgmaður, so er Jóannes Eidesgaard eisini verji hjá ítróttini. Og hann heldur tað vera sjálvsagt, at hann er við til at umboða Føroyar á oyggjaleikum.

- Eg vóni, at tað at eg eri her, kann geva fyrst og fremst luttakarunum eitt tekin um, at vit sum myndugleiki taka ítróttina og oyggjaleikir í fullum álvara. At tey vita, at vit bakka tey upp og stuðla teimum í at røkka teimum góðu úrslitum, sum tey náa. So eg vil avgjørt viðmæla, at landsstýrið eisini framyvir er umboðað á oyggjaleikum.

Taka vit leikirnar í ár sum dømi, so sær tað eisini út til at hjálpa?

- Avgjørt. Nú er Jógvan á Lakjuni eisini við hesaferð, og so ella so trúgvi eg, at tað hevur eina positva ávirkan.