Afghanska løgreglan hevur funnið líkið av suðurkoreanska gíslanum, sum burturflytararnir skutu í gjárkvøldið. Sostatt hava burturflytararnir nú skotið tveir av teimum 23 suðurkoreonsku gíslunum, sum teir burturfluttu fyri tveimum vikum síðani.
Afghanska løgreglan sigur, at líkið av tí myrda manninum varð funnið í einari bygd einar 10 kilometrar frá landspartahøvuðsstaðnum Ghazni.
Burturflytararnir, sum eru úr Taleban, hava 21 gíslar eftir. Av teimum eru 18 kvinnur.