Nýbakaður pápi til Bátahugnan í Hvalvík

(Bátaradio) Hoyr bátaprátið Vilmund Jacobsen gjørdi við feðgarnir Kristmar og Berg Johansen, sum hava nógv at fegnast um

Fáir gestir til Bátahugnan í Hvalvík høvdu so nógv at fegnast um, sum feðgarnir Kristmar og Bergur Johansen.

 

Kristmar Johansen og unnustan, Andrea Vang hava júst fingið eina dóttir, og tað stórfegnast Kristmar um.

 

Prátið við nýbakaða pápan, og abban snúði seg tó eisini um bátalívið, sum fegðarnir gleðast stórliga um at verða partur av.