Nú byrjar arbeiðið við Dalstunlinum

Landsverk hevur í dag havt ástaðarfund í Dali og á hotellinum í Skálavík um at gera Dalstunnilin.  

 

Hetta er fyrsti fundurin, sum beinleiðis hevur við arbeiðið at bora tunnilin at gera. Fríðrik Heinesen frá Landsverki sigur, at tey í dag hava fundast um ymisk viðurskifti, sum til dømis um hvørjar linjuføringar lunnu vera, hvar portalarnir kunnu liggja og hvar arbeiðsøkið hjá Landsverki skal liggja. Hann leggur tó dent á, at hetta í høvuðsheitum er fyrireikingararbeiði.

 

Enn er ætlanin, at tunnilstoymið hjá Landsverki borar tunnilin, hóast talan er um at leggja eitt uppskot fyri tingið um at bjóða tunnilsarbeiðið út.