Nú byrjar avloysarin hjá Skam

Nógvur spenningur er knýttur at nýggju norsku sendirøðini hjá NRK, Lovleg, sum skal royna at lyfta arvin eftir sjónvarpssensasjónini Skam.

 

Nú hevur NRK kunngjørt, at fyrsti parturin av Lovleg verður sunnudagin 19. august.

 

Sambært Camilla Bjørn, sum er redaksjónsleiðari í NRKP3, skal sendirøðin læra ungdóm, at alt skal nokk ganga, hóast tað sær út til at alt fer í svart.

 

Meðan Skam gekk fyri seg á einum studentaskúla í Oslo, gongur Lovleg fyri seg í einum studentaskúla í Sandane í Nordfjord, sum liggur á norska vesturlandinum.

 

Eins og Skam verður Lovleg eisini fyrst og fremst ein net-seria. Norski miðilin VG skrivar at seriurnar líkjast nógv, men tað sjálvandi broytir nógv, at Lovleg gongur fyri seg á vesturlandinum heldur enn í høvuðsstaðnum.

 

Annars er lítið at frætta um seriuna, tí NRK heldur kortini tætt at sær, eins og bleiv gjørt við Skam. Norskir miðlar vita tó at siga, at serian snýr seg um nøkur ung, sum øll nýliga eru flutt til Sandane fyri at ganga á studentaskúla har.

 

iTromsø sigur, at NRK setti sær sjálvum spurningin: Hvat er tað ringasta, sum kann henda, um tú mást flyta til eitt nýtt stað í morgin. Svarið var ongar vinir at fáa.