Ferðavinna
Suðuroy: Nú byrjar summari av álvara í Suðuroy.
Fyrsta tiltakið hjá kunningarstovuni á Tvøroyri verður í morgin, Dýrabiðidag, tá ið skipað verður fyri gongutúri úr Hvalba, upp ígjøgnum Káragjógv, til Trongisvágs.
Tey, sum hava hug at vera við, møtast á Fitjunum í Nesi klokkan 15 dýrabiðidag.
Annars verður skipað fyri fleiri gongutúrum í summar, men tað verður lýst seinni
Tann fyrsta juni eru tað annars 10 ár síðani Suðuroyar Kunningarstova á Tvøroyri fór undir virksemið sítt.
Í tí sambandi verður ein lítil móttøka seinnapartin mánadagin 2. juni, har høvi verður at fáa ein kaffimunn og okkurt afturvið.
Men nú er tað eisini hent, at ferðavinnan í Suðuroy er umskipað í eitt felag sum eitur Ferðavinnan í Suðuroy.
Í tí sambandi broytir kunningarstovan navn til ?Kunningarstovan á Tvøroyri?. Higartil hevur hin verið nevnd ?Suðuroyar Kunningarstova? Hetta hendir samstundis sum at kunningarstova eisini letur upp í Vági í næstu framtíð.
Jonny Dimon sigur, at hesi 10 árini hava sanniliga víst, at tað er harðliga brúk fyri kunningarstovuni, tí tað eru alsamt fleiri og fleiri fólk, sum brúka kunningarstovuna.
Tey passa eisini húsið hjá Strandferðsluni á Drelnesi og tað kemur mangan væl við hjá ferðafólki, sum bíða eftir bussum, ella sum hava brúk fyri at koma undir tak, ella at spyrja um okkurt, tí tað er heilt nógv fólk inni í tí húsinum, hvørja ferð, Smyril kemur.
Tað eru tey trý, Poula Strøm, Jonny Dimon og Kristin Magnussen, sum manna kunningarstovuna á Tvøroyri.