Einar Waag er nú vorðin einsamallur eigari, eftir at bróðurin Heini hevur valt at selja Einari sína helvt Einar Waag er nú vorðin einsamallur eigari, eftir at Heini hevur valt at selja Einari sína helvt av fyritøkuni.
Heini Waag sigur í stuttari viðmerking, at hetta er ein nátúrlig gongd, nú Bryggjaríið skjótt kemur út í fjórða ættarlið.
-Tá ið man er uppvaksin í hesum umhvørvinum, er tað sjálvandi við blandaðum kenslum, at eg havi valt at selja sigur hann.
Einar Waag sigur seg fegnast um, at eigararnir eru komnir til eitt úrslit.
Føroya Bjór er ein fyritøka, sum gevur arbeiði um alt landið. Umframt í Klaksvík, eru goymslur og útsølur í Havn, Tórshavn, Sandoynni, Suðuroy og Leirvík. Í Havn verður goymslan í hesum døgum víðkað við einum nýggjum bygningin, sum skal standa liðugur til várs.