Fiskavirkið í Hvalba
Nú er aftur arbeiði á flakavirkinum í Hvalba!
Eftir at hava ligið stilt tað mesta av einum ári, er eitt nýtt felag stovnað, sum hevur latið virkið í Hvalba uppaftur.
Fyrsti arbeiðsdagur var mánadagin, men hesar dagarnar hava tey brúkt til at fáa gongd á framleiðsluna.
Tað eru Delta-menninir á Tvøroyri, sum eru høvuðsmen í nýggja flakavirkinum í Hvalba og teir hava sostatt lagt enn ein stein afturat teirra virksemi.
Delta- menninir hava frammanundan flakavirki á Tvøroyri og í Sandoynni.
Teir hava í hvussu so er víst, teir duga at fáa tað at bera til og tí hava vit góðar vónir til at tað hesuferð fer at eydnast at hava virkið opið, siga hvalbingar.
Annars hava eisini hvalbingar sett pening í nýggja virkið, bæði trolararnir í Hvalba, onnur skip og arbeiðarafeløgini í Hvalba.
Flakavirkið í Hvalba hevur havt eina umskiftiliga tilveru og hetta er minst fimtu ferð, at tað er endurreist.
Men vónirnar eru góðar, at tað skal bera til.
Sjálvandi eru góðar vónir um at tað skal bera til, annars vóru vit ikki farnir undir virkið, sigur Ólavur Bjarkhamar, sum er stjóri á flakavirkinum í Hvalba.
Hann sigur, at ein avgjørt styrki í teirra virksemi verður, at flakavirkið í Hvalba og flakavirkið hjá Delta á Tvøroyri, arbeiða undir somu leiðslu.
-- Tað bæði sparir fastar útreiðslur, men tað gevur eisini báðum virkini góðar møguleikar at samstarva.
Ikki minst heldur hann, at eitt samstarv um rávøru, fer at fáa stóran týdning fyri bæði virkini.
Bæði hetta og tað, at virkini hava felags leiðslu, fær kostnaðarstøðið á báðum virkjunum niður og ger tey sostatt betri kappingarfør
At vit eru tvey virki, sum samstarva fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar at keypa heilar lastir og at býta fiskin ímillum virkini bæði, soleiðis sum tað hóskar seg seg best.
Virkið á Tvøroyri verður nú saltfiskavirkið burturav og tí er ætlanin at lata tann stóra upsan og toskin fara hagar at verða saltað, tá ið teir keypa eina last.
Hinvegin er virkið í Hvalba flakavirki burturav, sum fer at leggja dent á fesk fløk, við einum sindur av frystum sum ískoyti ella sum tað liggur fyri. Sostatt er ætlanin at lata kongafiskin, upsan og kanska hýsuna, hvítingin og tann smáa toskin fara til Hvalbiar.
Hesar fyrstu dagarnar hava 25 fólk verið til arbeiðis og Ólavur Bjarkhamar væntar, at talið fer at liggja um 25-30 fólk, sum heild.
Av tí at talan er um eitt feskfiskavirki, verður tað mesta arbeiðið mitt í viku, sum á øðrum feskfiskavirkjum.
Verður tað lønandi, ætla vit at fylla út við frystum vørum, men tað verður, sum tað liggur fyri.
Hóast trolararnir í Hvalba havasett pening í virkið, hava teir á ongan hátt bundið seg til at tryggja virkinum fisk at arbeiða.
Vit hava onga trygd fyri rávøru, so tað verður í kapping við øll onnur, sigur Ólavur Bjarkhamar .
Hann væntar at virkið í Hvalba fer at arbeiða eini 2500 tons um árið.