Nú er aftur bíligari at liva í Føroyum

Seinastu tíðina er maturin blivin eitt sindur bíligari, men hinvegin er húsaleigan hækkað nokk so fitt



Kostnaðarstøði

Tað eru kanska ikki øll sum trúgva tí, men hesa seinastu tíðina er tað blivið eitt sindur bíligari at búgva í Føroyum.
Tað vísa tey turru tølini hjá Hagstovu Føroya.
1. apríl í fjør fingu vit nýtt prístal, men síðani eru ikki tær stóru broytingarnar hendar í prísunum.

4. ársfjórðing 2001 fór prístalið 0,7 prosent niður, soleiðis at tað 1. januar 2002 er 99,3.
Eins og ársfjórðingin frammanundan er tað munandi rentulækking á sethúsalánum og lægri brenniolju- og bensinprísir, ið togað prístalið niðureftir.
Talvan niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið í 12 høvuðsbólkum síðan 1. apríl, tá nýggja prístalið varð roknað fyrstu ferð.

Mat- og drekkavøruprísirnir eru lækkaðir 0,3 prosent. Tað eru serliga lægri grønmetisprísir, ið hava ávirkað prístalið niðureftir fyri henda bólk.

Prísirnir á klædnavørum og fótbúnaði eru farnir 0,3 prosent upp. Sama er galdandi fyri bólkin innbúgv og húsbúnað.

Prístalið fyri býli er farið góð 6 prosent niður. Hesin bólkur er samansettur av húsaleigu, rentuútreiðslu á sethúsalánum, viðlíkahaldi á bústað, ravmagn og hita. Tað er rentulækkingin, sum hevur havt størstu ávirkanina í hesum bólki.
Húsaleigan, sum verður gjørd upp eftir gongdini í sethúsaprísunum, er harafturímóti farin 4 prosent upp. Útreiðslurnar til viðlíkahald eru vaksnar gott prosent. Meðan prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 5,6 prosent niður.

Prísurin á bensini er lækkaður góð 3 prosent. At prístalið fyri henda bólk samanlagt kortini er farið nakað upp kemst serliga av, at prísirnir á bilum og verkstaðartænastum eru uppfarnir.

Eisini gjøld fyri aðrar tænastur, so sum postgjøld, frítíðarferð uttanlands í bólki 9 og barnaansing og hárfríðkan í bólki 12 eru farin upp.