Nú verður farið undir at gera eina útstykking til sethús í Nólsoy.
Tað samtykti Tórshavnar Kommuna í gjárkvøldið.
Á býráðsfundinum varð upplýst, at tey fyrstu 6-8 grundstykkini kunnu verða klár at byggja á heilt skjótt.
Tað vóru nólsoyingar sjálvir sum hava fregnast eftir grundstykkjum í bygdini og tí hevur nólsoyarnevndin mælt til at gera eina útstykking á økinum omanfyri barnagarðin og tað er nú samtykt.
Men nólsoyarnevndin metti, at grundstykkini blivu ov dýr eftir tí, sum upprunaliga lá í kortunum og at ongin peningastovnur fer at fíggja bygging í Nólsoy, blivu grundstykkini ikki bíligari.
Sostatt hevur verið roynt at minka um kostnaðin við at taka gongubreytina burtur úr ætlanini og við at býta útreiðslurnar út á fleiri útstykkingar og á økið sum er lagt av til stovnar og svimjihøll. Samstundis skal íbindingin í vegin fíggjast av eini aðrari kontu.
Tá ið alt hetta er skarvað av, fara grundstykkini í Nólsoy at kosta einar 560 krónur fyri fermeturin.
Avtalu um grót
Men skal útstykking gerast, krevst bæði grót og pláss at tyrva avgrevstur í og Tórshavnar Býráð samtykti tí eisini í gjárkvøldið, at royna at fáa avtalu við hagapartin Heimaru Helvt um at sleppa at halda fram í grótbrotinum í Nólsoy og at fáa meiri grót haðani.
Hagastýrið er sinnað at gera sáttmála, har Tórshavnar kommuna kann brúka grótbrotið til fráleggingartilfar av ymsum slagi fyri 4000 krónur um árið.
Hagastýrið er harumframt sinnað at selja Tórshavnar kommunu 4.500 fermetrar av leysum gróti, sum í dag liggur í grótbrotinum, fyri tríggjar krónur rúmmeturin.