Nú er gongd komin á aftur í Kollafirði

Faroe Pelagic tók gjáramorgunin ímóti teirri fyrstu lastini til virkingar og skipið, sum landaði, var Fagraberg, sum hendan túrin hevur roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi

Fiskivinna

Gjáramorgunin tók Faroe Pelagic í Kollafirði ímóti fyrstu lastini, síðan hálendingar saman við JFK í Klaksvík gjørdu sáttmála við Eik Banka um at leiga virkið.
Tað var Fagraberg, sum kom aftur av svartkjaftatúri. Skipið legði umleið 300 tons upp í Kollafirði.
Tá avtalan um leigumálið millum hálendska felagið og JFK øðrumegin og Eik Banka hinumegin varð undirskrivað, varð sagt, at umleið 20 fólk koma at arbeiða á virkinum – í tveimum vaktum.
Saman við maskinfólki, skrivstovufólki og leiðslu fáa umleið 50 fólk arbeiði á virkinum.
Í gjár var so fyrsti arbeiðsdagur á virkinum undir nýggjum navni og nýggjari leiðslu.
Fagraberg royndi hendan túrin sunnarlaga í føroyskum sjógvi. Hetta er tíðin, tá svartkjafturin plagar at taka seg uppaftur sunnanfyri, men líkindini at royna hava ikki verið nakað serlig.
Norðborg roynir eisini um somu leið sunnanfyri.

Stóran týdning
Hanus Hansen hjá JFK-Troli, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri føroysku luttøkuna í virkseminum, sum nú er farið í gongd í Kollafirði, fegnast um, at gongd nú er komin á.
- Ein av mínum uppgávum verður at fáa pelagsk skip at landa til matna í Kollafirði, sigur hann.
Nógv kjak tók seg upp, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, gjørdi av at býta føroysku svartkjaftakvotuna millum skipini og feløgini, sum veiða svartkjaft.
- Vit kunnu altíð kjakast um hetta býtið – hvør kanska hevur fingið ov nógv, og hvør møguliga hevur fingið ov lítið. Soleiðis vil tað altíð vera, og sjáldan eru øll nøgd, tá onkur sker ígjøgnum, sum í hesum førinum.
Hanus Hansen ivast tó onga løtu í, at hevði føroyska svartkjaftakvotan ikki verið býtt millum feløg og skip, men framhaldandi verið felagskvota, høvdu Føroyar sum samfelag fingið munandi minni burtur úr kvotuni.
- Nú fara tey feløg, sum eiga kvotuna, sjálvandi at royna at fáa sum mest burtur úr henni, og tað er ikki minst avgerandi fyri Føroyar, at svartjafturin, sum er minkaður so nógv í nøgd, fær eitt størri virði, heldur Hanus Hansen, reiðari.

Mettur prísur
Anfinn Olsen, reiðari á Fagrabergi, var staddur uttanlands, tá vit høvdu hann í telefonini gjáramorgunin.
- Hetta er tíðin, tá svartkjafturin plagar at taka seg uppaftur sunnanfyri, men higartil hevur viðrað illa.
Anfinn vísir á, at Fagraberg hendan túrin hevur stívliga 300 tons av svartkjafti.
- Vit hava ikki avtalað nakran endaligan prís enn, men kunnu vit fáa meira fyri veiðina við at landa hana til matna enn til ídnað, fara vit sjálvandi at gera tað, tá hetta er møguligt, sigur hann.
Reiðarin á Fagrabergi sigur, at nú fáa partarnir at síggja, hvussu svartkjafturin er til dygdar, og síðan verður tosað um prísin.
Tá vit høvdu hann í telefonini, dugdi hann ikki at siga, um øll veiðan verður løgd upp í Kollafirði – ella, um ein partur møguliga fer til Fuglafjarðar, har Havsbrún keypir hana til rávøru í síni fóðurframleiðslu.
- Tað veldst um dygdina, nú lastin hjá Fagrabergi verður landað, leggur hann aftrat.
Anfinn Olsen sigur seg tó vóna, at meginparturin av veiðini hjá skipinum verður fryst í Kollafirði.
Faroe Pelagic heilfrystir fiskin, sum virkið keypir.
Á virkinum eru maskinur til flakaframleiðslu, men í fyrstu syfti er ætlanin at heilfrysta fiskin til matna, sum skipini leggja upp í Kollafirði.

11 mans
Manningin á Fagrabergi liggur millum um 11 mans hvønn túrin. Skipari hendan túrin var Øssur Hentze, sum er ættaður av Kambsdali, men býr í Fuglafirði.
Skipari við Fagrabergi er annars Høgni Hansen, sum býr í Oyndarfirði.
Hann var eisini umborð á skipinum, tá myndamaður okkara gjáramorgunin var fram við og tók nakrar myndir av hesi fyrstu lastini, sum nú verður løgd upp til nýggja felagið, ið fer at reka pelagiska virkið í Kollafirði.