Nú er ikki langt á mál

HB kann taka risafet móti FM heitinum, meðan tað er minni hugaligt hjá B68, sum rættuliga hevur knívin á barkanum

Tað er toppur ímóti botni í morgin. Oddaliðið HB fer úr høvuðsstaðnum og á Svangaskarð. Har hava teir ikki vunnið seinastu fýra árini, men hesa ferð er eingin ivi. B68 er botnlið. Teir hava ongan dystin vunnið í trettan teimum fyrstu royndunum, og tískil er HB stórfavorittur.
Tað kann fara at vísa seg, at FM heitið kemur heilt tætt undir borðið hjá HB í morgin. Tað ger tað, um HB fer at fáa fult á Toftum, og um B36 vinnur á Skála. B36 er átta stig aftanfyri HB, og Skála er seks stig frá toppinum.
Hjá HB er Janus M. Joensen leikbannaður. Allir hinir eru tøkir. Ímóti ÍF vóru tað teir í yngra endanum á liðnum, sum vóru heilt uttanfyri hópin. Her verður hugsað um Hendrik Rubeksen, Emil N. Leifsson, Eli Thorsteinsson og Páll M. Joensen. Tað kann væl vera, at onkur teirra verður við í morgin. Tá ið Janus M. Joensen hevur verið burturfrá fyrr í ár, hevur ein annar av ungu monnunum, Rasmus Nolsøe, røkt vongverjaplássið í vinstru.
- B68 hevur fyri neyðini at vinna. Vit taka avgjørt einki fyri givið, og tað er rættuliga týdningarmikið, at vit varðveita rætta hugburðin í morgin, og at tað eydnast okkum at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum, siga teir í HB.

Síggja veruleikan
Á Toftum kenna teir veruleikan. Veruleikin kann síggja eitt sindur bjartari út eftir fjúrtanda umfarið, men hann kann eisini gerast svartari. Ljósari fer tað at síggja út, um tað eydnast B68 at vinna øll stigini.
- Tað hevur ikki eydnast higartil, men vit fara at stríðast fyri søkini. Burtursæð frá orduliga svipsaranum á heimavølli ímóti NSÍ, tá ið vit mistu ein mann, og teir síðstu løtuna skoraðu fleiri mál og vunnu 5-1, so hevur talan eftir summarsteðgin verið um leikliga framgongd. Á Skála taptu vit 2-1, og tá góvu vit teimum bæði málini. HB álopið er so vandamikið, at teir megna beinanvegin at sekta møgulig mistøk. Tí mugu vit vera ansnir í verjupartinum, men samstundis mugu vit royna at flyta spælið eitt sindur fram og leggja trýst á teirra verju, siga teir á Toftum.
Døkkari fer tað at síggja út, um B68 einki fer at fáa burtur úr, og ÍF samstundis á heimavølli fer at megna at fáa stig ímóti VB. So verður tað næstan ómøguligt hjá B68 at sleppa undan tungu leiðini í næstbestu deildina. Har hava teir ikki verið, síðani teir í 1980 vunnu 2. deild.
Oleif Joensen tykist skula vera leikbannaður í morgin. Eftir útvísingina ímóti NSÍ gav kappingarnevndin honum tveir daga leikbann. Í vikuni hevur B68 biðið dómsnevndina hugt upp á málið. Teir vilja hava leikbannið stytt til ein dyst. Tá ið vit frættu í gjár, var málið ikki avgreitt. Nógvir B68 spælarar hava verið skaðaplágaðir. Tað eru framvegis tríggir á listanum: Alex Troleis, Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen. Fyri fyrstu ferð skal Meinhardt Joensen í morgin verja B68 málið á Svangaskarði. Hann var í málinum á Skála síðsta sunnudag.