Tað er vent upp og niður á Sandi. B71 hevur víst ógvuliga stóran vilja eftir steðgin, og sandoyingar hava fingið løn fyri stríðið.
Støðan er nú 2-2! Málskjútti hevur fyri B71 í báðum førum verið Gudmund Nielsen.
Páll Mohr Joensen skoraði í 1. hálvleiki tvey mál fyri HB, sum spælir við tíggju monnum. Fróði Benjaminsen varð útvístur eftir 22 minuttir.