Herfyri gjørdi íslendski Kaupthing Bank av at stovna bankadeild í Føroyum, og um mánaðarskiftið november-desember góðkendi fíggjareftirlitið í Keypmannahavn umsóknina frá bankanum um at sleppa at reka bankavirksemi í Føroyum.
Stjórin í føroysku deildini av Kaupthing Bank, Peter Holm, sigur, at tað er ein fyrimunur, at bankin er deild av íslendska móðurbankanum, tí tað ger hann nógv sterkari. Sum deild av íslendska bankanum hevur tann føroyska deildin eginpeningin hjá móðurbankanum aftan fyri seg, og hann liggur í dag um 30 mia. krónur.
Hóast nýggi bankin er deild av útlendskum banka, skal hann lúka allar ásetingar og treytir, sum fíggjareftirlitið setir bankum í danska ríkinum.
- Og bankin rindar skatt í Føroyum, sigur Peter Holm.
Hóast Kaupthing Bank ikki hevur virkað sum banki í Føroyum fyrr enn nú, hevur felagið veitt fleiri føroyskum vinnufyritøkum fígging til íløgur ígjøgnum íslendska móðurbankan. Hetta virksemið byrjaði fyri umleið einum ári síðani, og hesa tíðina hava føroyskar fyritøkur lænt millum 1,4 og 1,5 mia. krónur frá Kaupthing Bank. Millum tær stóru fyritøkurnar, sum hava fígging frá Kaupthing Bank, eru Faroe Seafood, SMS og Framherji, sum m. a. eigur Fagraberg og Vesturvón.
Eisini til rakstur
Sum nakað nýtt fer Kaupthing Bank nú eisini at veita føroyskum vinnufyritøkum rakstrarfígging, og júst hetta er eitt týðandi stig fyri virksemið, sigur stjórin.
- Vit hava saknað at hava kontur í Føroyum, og kundin skal kenna, at hansara fígging er hiðani. Hetta hevur verið tað liðið í ketuni, sum vit hava saknað, men nú hava vit fingið samanum, sigur Peter Holm.
Spurdur, um nýggi bankin fer at leggja seg eftir at fíggja íløgur og rakstur hjá stórum fyritøkum ella ávísum vinnugreinum, sigur Peter Holm, at so er ikki.
- Halda vit kundan og hansara verkætlan vera spennandi, og koma vit til ta niðurstøðu, at verkætlanin er í lagi, eru vit hugaðir fyri at fara uppí, og vit hava einki minstamark í stødd ella nakra avmerking í vinnugreinum.
Sjálvur ivast stjórin í føroysku deildini hjá Kaupthing Bank ikki í, at tey fáa nóg mikið at gera. Í hvussu er væntar hann, at starvsfólkatalið, sum nú er 20, verður tvífaldað eftir stuttari tíð.