Nú er loksins klárt at fara undir verkætlanin gera streym burtur úr rákunum í Vestmannasundi. Tað sigur Sev í dag.
Umhvørvisstovan hevur góðkent ætlanina og við hesi góðkenning eru øll neyðug loyvi til sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi fingin tl vera.
SEV hevur gjørt eina meting um, hvussu hetta fer at ávirka á náttúruna í Vestmannasundi. Her er hugt eftir, um nakar vandi er fyri fiski, sjófugli, hvali og kópi.
– Mett verður ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór er tann bólkurin, sum er í størstum vanda. Men í hesum sambandi skal Sev fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.
Tað merkir, at nú fer Sev undir at leggja tvey orkuverk í Vestmannasund, sum skulu gera streym burtur úr sjóvarfallinum.
Talan er um eitt samstarv ímillum svensku fyritøkuna, Minesto, og SEV. Minesto hevur útvega tilsamans umleið 3,5 milliónir evrur úr einum ES grunni og einum svenskum orkugrunni til verkætlanina í Vestmannasundi og til at menna ætlanina longur fram á leið.
Orkuverkini, sum verða sett í Vestmannasund, líkist tveimum undirvatnsdrekum. Orkuverkini verða sett út á 50-60 metra dýpi, og tað verða umleið 150 metrar ímillum tey. Drekarnir eru tjóðraðir í botnin, og fara at sveima á 20 - 40 metra dýpi, tá streymur er, men á kyrrindum hanga teir á 8 metra dýpi. Teir ferðast í einum áttatalsmynstri, sum er 40 til 60 metrar vítt. Drekarnir sveima umleið 6 - 10 metrar um sekundið. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar umleið 1,4 tons.
Drekarnir gera eini 100 kW hvør. Fyribilsmetingar vísa, at teir kunnu gera umleið 300-400 MWh um árið, hvør, og tað samsvarar til streymnýtsluna hjá einum 120-160 sethúsum, sigur Sev.