Nú er ljóta summarplágan komin aftur

Aftur í summar liggur Arctic Lady sum eitt “fjall” í Nólsoyarfirði.

“Nú er ljóta summarplágan komin aftur til Nólsoyar. Hví kann hon ikki fara nærri Tórshavn at liggja...?”

 

Soleiðis spyr onkur nólsoyingur á Facebook, nú stóra gasstangaskipið - Arctic Lady - aftur í summar liggur sum eitt “fjall” í Nólsoyarfirði.

 

Í fjør summar argaði skipið eisini nólsoyingar, og nú tað aftur er komið at liggja uppankrað í fjørðinum, eru nólsoyingar so smátt aftur farnir at illneitast inn at skipið.