Í dag var ferðaleiðarin, uruguayanski heiðurskonsulin í Føroyum við ferðalagnum hjá U15 liðnum hjá Racing Club de Montevideo í Sørvági, og spældi á Dungasandi móti U15 liðnum hjá 07 Vestur. Racing Club de Montevideo vann 3-0 í øllum regninum, ið var seint seinnapartin, greiðir Ivan frá.
07 Vestur-Racing Club de Montevideo 0-3 (0-1) - spælt var 2 x 30 minuttir
0-1 Franco Maggiolo 18
0-2 Facundo Méndez 36
0-3 Valentín Perdomo 45
Ivan greiðir frá, at tvey tey fyrru málini vóru nakað heppin, og einum góðum degi hevði málverjin hjá 07 Vestur bjargað skotunum, men triðja málið var framúr gott spælt av liðnum, ið er liðið sum hevur ferðast longst nakrantíð fyri at spæla fótbólt í Føroyum.
Racing Club de Montevideo hevur higartil vunnið 2-0 á Føroyum U15, og spælt javnleik 1-1 móti KÍ U15.
Í morgin klokkan 16 spælir Racing Club de Montevideo móti U15 liðnum hjá NSÍ við Løkin í Runavík. Aftaná fer hópurin hjá Racing Club de Montevideo á Svangaskarð at hjálpa at heppa á NSÍ móti Ballymena í Europa League undankappingini. Tann dysturin byrjar klokkan 19.
Fríggjadagin klokkan 14 spælir Racing Club de Montevideo móti U15 liðnum hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.
Um vikuskiftið fara teir í Racing Club de Montevideo at stríðast fyri at vinna Intersport Summar Cup í sínum aldursbólki í Havn.