Nú er sjálvstýri

Hósvíkingar valdu sjálvstýri á fólkaatkvøðuni týsdagin. Borgarstjórin, sum var fyri samanlegging við hinum kommununum í Sundalagnum, ásannar, at hann tapti. Hann væntar, at tað verður tungt at fara undir eitt komandi valskeið, tí nógv er, sum skal byggjast upp av nýggjum

Eftirverkir

Hósvík:Eitt komandi bygdarráð í Hósvík skal byrja frá botni í fleiri førum. Eitt nú er einki sløkkilið og eingin umhvørvisnevnd í kommununi meira, vísir Jógvan Mørkøre, borgarstjóri á, nú hósvíkingar hava gjørt av at standa uttan fyri ta nýggju, stóru Sunda Kommunu.
Við 81 atkvøðum í móti kommunujsamanlegging, og 71 fyri, gjørdu veljararnir í Hósvík av ikki at fara upp í tað nýggju Sunda Kommunu.
?Tað er so avgerðin hjá fólkinum her, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík. Tað merkir væl, at fólk halda, at tað er gott, sum er. Sjálvur haldi eg tað vera skeiva avgerð at hava tikið, men hon verður so ikki broytt fyri tað, sigur hann.
Jógvan Mørkøre dylur ikki fyri, at hann var fyri smanlegging. Hann heldur, at tða verður øgiliga tungt hjá einum nýggjum bygdarráði, sum skal taka við eftir komandi val, sum verður næsta ár.
?Har vera fleiri ting, sum samráðast skal um av nýggjum. Heilt frá botni av, vísir hann á. Tí Hósvík hevur verið við í kommunalum samstarvi í Sundalagnum í longri tíð, og saman hava kommunurnar fingið fleiri ting upp at standa, sum Hósvíkar Kommuna í framtíðini ikki fer at fáa lut í.

Kastað burtur
Hósvíkingar kastaðu burtur, nú burðurin var komin á tíð. Nú skal byrjast av nýggjum við at fáa upp at standa slíkt, sum í áravis hevur verið sjálvfylgja, vísir borgarstjórin á.
Serliga tvey dømi tekur hann fram. Annað er sløkkiliðið, og hitt er umhvørvisnevndin.
Um sløkkiliðið sigur hann, at tað kann ikki roknast við, at Hósvíkar Kommuna fær nakað at siga yvir sløkkiliðnum, sum í dag er í Sundalagnum. ?Vit hava tikið okkum úr samstarvinum, og skulu vit gera brúk av sløkkiliðnum í framtíðini, mugu vit á knæ at biða um samstarv við tey, sum eiga útgerðina, vísir hann á.
Tó er tað ikki so, at samráðast skal her og nú, um brúk verður fyri tí. Men tá samstarvið formelt heldur uppat, tá valskeiðið er úti, standa vit við ongum, vísir hann á. Og so skal nýggj avtala gerast.
Eitt annað er felags umhvørvisnevndin í Sundalagnum, sum Hósvík nú eisini fer burturúr.
Her mugu hósvíkingar rokna við, at nú er liðugt við sjálvur at seta út í kortið. Í framtíðini er alt, sum bendir á, at nú skal gangast undir tey krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir. Og tað skal vera, tá tey verða sett. Í tí førinum verður sjálvstýrið ikki meira enn so, at her kemur kommunan undir umsiting, vísir borgarstjórin í Hóasvík á.
Men eisini onnur mál eru, sum koma at merkja framtíðina í Hósvík øðrvísi, enn um lagt varð saman.
Barnagarður verður tungur at fáa nú, væntar Jógvan Mørkøre, men samstarvið um ellis- og røktarheimið í Streymnesi fer so at halda fram kortini, sigur hann. Men tað verður tungt fíggjarliga, tí Hósvíkar Kommuna er bundin av teirri lántøkuni, sum gjørd er. Og henni kemur komandi bygdarráð at knógva undir.
So er tað Felagsskúlin, sum helst eisini einaferð skal byggjast út. Har er Hósvíkar Kommuna eisini uppií. Skal eisini gjaldat fyri lántøku har, fær komandi bygdarráðið ikki pláss fyri nóvum øðrum enn at gjalda lán, fryktar Jógvan Mørkøre fyri.

Hyggja skeivan veg
Hósvíkingar hugdu skeivan veg týsdagin, staðfestir Jógvan Mørkøre, borgarstjóri. Teir hugdu aftur eftir heldur enn frameftir.
Hann metir, at í summum førum var tað beinleiðis gamalt agg, sum gjørdi av, at tey atkvøddu nei. Slíkt, sum liggur heilt aftur til tíðina, tá Hósvík lá saman við Hvalvík í eini kommnu.
?Tað eru summi fólk, sum enn ganga og minnast aftur á, at tá skuldi einki henda i Hósvík. Alt varð lagt í Hvalvík, siga tey. Og hetta kemur so til sjóndar enn, hóast kommunurnar fóru sundir í 1955, sigur hann.
Hann heldur tað vera løgið, at slíkt kann ávirka fólk enn. Væl var ikki tað stóra í Hósvík fyri 50 árum síðan. Men her er nógv broytt, og tað er ikki bara av tí, at Hósvík gjørdist egin kommuna. Tað eru aðrar umstøður, sum hava gjørt tað, staðfestir hann. Hósvík var heppin, tí menningin i samfelagnum yvirhøvur kom júst, tá loyst varð.
Nú broytist so aftur, og politiska rákið í løtuni er tað, at nú skulu kommunurnar sjálvar taka sær av alt fleiri málum. Og tá fer at standa á hjá 280 fólkum at lyfta.
Men nú mugu so hesi somu fólk, sum hava valt hetta, taka um endan, sigur borgarstjórin í Hósvík. Sjálvur fer hann at verða sitandi, til valskeiðið er liðugt, men so er eisini liðugt við tí, sigur hann. So mugu tey, sum ikki vildu leggja saman, taka yvir.
Men hann væntar, at tað kann verða skjótt, at tey fara norður eftir við taskuni at biða lova sær uppí. Tí at liggja einsamallur so lítil kommuna millum tvær stórar, fer at merkjast. Tá verður lítið, sum lagt verður í Hósvík, væntar Jógvan Mørkøre.
Jógvan Mørkøre stilla rikki upp aftur til komandi kommunuval, sigur hann. Honum hevur dámt væl at verið við, men nú metir hann ikki, at grundarlag er fyri at halda fram, sum støðan er.