Nú er tíð til fótbóltin

Meðan B36 stríðist av øllum alvi fyri oddasessinum, skal ÍF hava stig, um sleppast skal burtur frá botnstríðnum


Upptakt


Støðan hjá mótstøðuliðunum í Gundadali sunnudagin er ikki heilt ólík. Í øllum førum ikki, um tosast skal um tørvin á stigum. B36 er eitt stig frá toppinum, og við dystinum á Skála, har HB vitjar, í mentu, er einki at ivast í, at teir enn eina ferð medda eftir trimum stigum.                      Fuglfirðingarnir eru hinvegin bara eitt stig frá tungu strikuni. Í niðara endanum er kappingin um stigini í minsta lagi líka hørð, sum hon er tað í oddinum, og hvørt tað einasta stigið kann merkja munin millum lív og deyða í deildini.
 
Skaðar og leikbann
Í B36 hevur tað nógva av tosinum hesa vikuni gingið um, hvørt kappingarnevndin tók eina rættvísa støðu, tá revsingin fyri tilburðin á Tvøroyri skuldi mátast út. Tað tosið tykist tó nærkast endanum nú, tí sum tey siga, so er tað nú tíð til at spæla fótbólt aftur. Undir øllum umstøðum, so er avleiðingin, at Bergur Midjord ikki er tøkur sunnudagin. Tað er Klæmint Matras neyvan heldur, eftir at hann hevur fingið trupulleikar við einum vødda í lærinum.
                      Hjá ÍF hevur Rúni Elttør leikbann, eftir at hann fekk reytt kort seinast. Eisini Poul Ennigarð noyddist av vøllinum ta ferðin. Hjá honum var tó talan um skaða, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur. Og tað verður Gunnar Nielsen helst heldur ikki hesaferð. Hann hevur í longri tíð drigist við skaða í búkvøddunum, og enn røkist einki fyri, at hetta er komið í rættlag.