Nú er tað veruleiki: Annika Olsen er borgarstjóri

Hon er vald fyri lítlari løtu síðani

Tað er nú greitt, at Annika Olsen verður borgarstjóri í Havnini hesi næstu fýra árini.

 

Tað er veruleiki, eftir at hon er vald fyri eini lítlari løtu síðani.

 

Tað vóru tvey valevni til borgarstjóra sessin, Nýstovnaða samgongan skeyt upp at velja Anniku Olsen, og andstøðan skeyt upp at velja Heðin Mortensen.

 

Valt varð soleiðis, a Heðin Mortensen spurdi ein og ein býráðslim, hvønn tey valdu til borgarstjóra.

 

Og tá ið avtornaði, hevði Annika Olsen fingið sjey atkvøður og sostatt er hon vald til borgarstjóra, og Heðin Mortensen fekk seks atkvøður.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir av fundinum í kvøld, tá ið býráðið skipaði seg. Á tí eini myndini heldur Annika Olsen sína fyrstu røðu sum borgarstjóri í Havn