Nú eru 675 føroyingar arbeiðsleysir

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis minkandi

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú komið niður á 2,4 prosent

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í arbeiðsloysinum.

Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli, tá ið tað var 3,2 prosent, men síðani er tað minkað mánað fyri mánað. Arbeiðsloysið var lægst í í mars í ár, tá ið tað var 2,2 prosent, men í apríl kvinkaði tað so upp aftur á 2,4 prosent. Hetta merkir, at í apríl í ár vóru 675 føroyingar arbeiðsleysir, og tað eru 131fólk færri enn í apríl í fjør.

Hagstovan sigur, at samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað hesi seinastu árini, er munurin í arbeiðsloysinum ímillum kynini eisini minkaður. Fyri tveimum árum síðani vóru tað 156 fleiri kvinnur arbeiðsleysar, enn tað vóru menn, men nú eru tað 58 fleiri kvinnur sum eru arbeiðsleysar, enn tað eru menn.

Frægast fyri eru tey í aldursbólkinum frá 45 til 54 ár, har arbeiðsloysið er 1,8 prosent. Hinvegin eru tað í mestan mun ungar kvinnur í aldursbólkinum frá 25 til 34 ár, sum eru arbeiðsleysar, tí í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið 5,2 prosent. Eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum.

Hagstovan staðfestir, at arbeiðsloysið er lægst í Eysturoy, Norðoyggjum og í Vágum, har tað er ímillum 1,6 prosent og 1,8 prosent. Hinvegin er arbeiðsloysið nógv hægst í Suðuroy, har tað er 4,1 prosent og í Havnini er tað 2,8 prosent.