- Nú eru hermenn á gøtunum í Keypmannahavn

Í morgun fóru 160 hermenn á gøturnar í Danmark

Hermenn frá danska herinum eru í morgun farnir á gøtuna í Keypmannahavn. Ritzau skrivar, at tað fyribils verður so fram til mars í komandi ár. 

 

Hermenninir eru settir at verja eina jødiska synagogu í Keypmannahavn og samstundis markið til Týsklands. Hermenninir byrjaðu í morgun við at verja tveir jødiskar stovnar og samstundis ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn. 

 

Løgreglan hevur enn ábyrgd av jødiska privatskúlanum Carolineskúlin og jødiska savninum. - Vit eru vanir við at loysa slíkar uppgávur, og okkara hermenn eru dugnaligir til júst hetta. Tað er ikki so, at teir hava knívin í munninum og heilsa upp á fólk, sum koma framvið. Eg síggi hetta sum ein vanligan part av gøtumyndini í hesari støðuni, vit nú eru í, har vit skulu hjálpa løgregluni, sigur Steen Dalsgaard, oberstløjtenant í danska herinum, sambært Ritzau. 

 

Hann vil einki siga um, hvussu leingi danir kunnu vænta at síggja hermenn á gøtunum, tí hann sigur tað er ein politisk avgerð. Samstundis váttar hann tó, at fyribils er tað til í endanum av mars í 2018. 

 

160 hermenn fara at hjálpa løgregluni við markið til Týsklands og samstundis við ymiskar jødiskar stovnar. Eingin veit enn, júst hvussu leingi hermenn verða sjónligir. 

 

/ritzau/