Nú eru næstan 10 milliónir flóttafólk

Seinasta árið eru flóttafólkini í heimkinum vorðin eina millión fleiri í tali, og Irak-kríggið er orsøkin.

Fyri fyrstu ferð í fimm ár veksur flóttafólkatalið í heiminum, og um ársskiftið vóru flóttafólkini 9,9 mió. í tali. Tað var 1,2 mió. fleiri enn eitt ár frammanundan, og tað talið svarar júst til tey iraksku flóttafólkini, sum í fjør flýddu til grannalondini Jordan og Sýrialand. Herumframt flýddu 300.000 aðrir irakar til onnur lond í fjør, og so nógv fólk eru ikki flýdd úr Irak eftir einum ári fyrr.

 

Flóttafólkadeildin hjá ST, UNHCR, sigur í sínari seinastu frágreiðing, at hóast flóttafólkatalið í Irak vaks nógv í fjør, er Afghanistan framvegis tað landið, sum hevur flest flóttafólk uttan fyri sítt egna mark. Hildið verður, at umleið 2,1 mió. afghanar eru flýddir av landinum, teir flestu til Pakistan.

 

Onnur lond, haðani nógv fólk eru flýdd, eru Sudan, Somalia, Kongo og Burundi, og sambært UNHCR eru næstan tvær mió. fólk flýdd úr hesum londunum.

 

ST metir ikki palestinararnar, sum búgva í Jordan, Libanon, Sýrialandi og teimum palestinsku økjunum, sum flóttafólk, tí teir hoyra undir stovnin UNRWA, sum tekur sær sær palestinskum flóttafólki burturav.

 

ST-frágreiðingin vísir týðiliga, at nógv tann størsti trupulleikin eru tey, sum eru flóttafólk í egnum landi. Hildið verður, at seinasta ársskiftið vóru 24,5 mió. fólk flóttafólk í egnum landi, og tað er heili 50 prosent meiri enn bara eitt ár frammanundan, sigur ST. Formliga verða hesi ikki roknað sum flóttafólk, so leingi tey eru í egnum landi.