Nú eru vit 7.000.000.000 fólk

Í dag fer heimsins fólkatal um eitt vegamót. Um midnáttarleitið varð borgari nummar sjey milliard borin í heim.

Hetta hendi, tá Danica May Camacho varð borin í heim á einum sjúkrahúsi í Manila á Filipsoyggjunum.

Av ST er nýborna gentubarnið sett sum heimsborgari nummar 7.000.000.000.

Bæði dagurin og barnið eru útvald. ST kann bert við vissu siga, at heimsborgari nummar sjey milliard verður borin í heim innan fyri 12 mánaðir. Men EITT er kortini vist:

Heimsins íbúgvaratal økist ógvusligt. Tað eru bert liðin 13 ár síðani, vit gjørdust seks milliardir fólk í heiminum. Og sambært ST røkka vit næstu milliardini í 2025.