Nú fáa øll sóttreinsað vatn

Ein seks ára gomul ætlan hjá Vága kommunu er nú vorðin veruleiki: Stutt undan jólum var vatnleiðingin úr Miðvági til Vatnsoyrar liðug, soleiðis at nú fáa allir borgarar í Vága kommunu sóttreinsað vatn.

Tað var annars í 2006 at kommunustýrið í Miðvági samtykti at dagføra vatnverkið í Vatnsoyrum. Tá var ein nýggjur glastrevjabrunnur keyptur, ið kann rúma 100m3 av vatni.

Ætlanin var síðan at gera pumpustøð og reinsiverk niðri við Vatnið. Tá kom ein av borgarunum í kommununi, Leivur Nattestad við tí hugskoti, at leggja rørleiðing frá vatnverkinum í Miðvági til vatnbrunnin í Vatnsoyrum. Á henda hátt kundi sleppast undan at hava tvey reinsiverk - eitt í Miðvági og í Vatnsoyrum.

Kommunustýrið í Vága kommunu tók undir við hesum hugskoti og á vári 2009 var avgerð tikin um at pumpa vatn úr vatnbrunnunum í Miðvági í vatnbrunnin í Vatnsoyrum. Í sambandi við arbeiðið vóru vatnbrunnarnir í Miðvági somuleiðis høvuðsumvældir.