Nú fara Swangah Dangah til Suðuroyar

Í desember varð almannakunngjørt, at Swangah Dangah skuldu spæla á Tvøroyri. Men hetta varð av ongum, tí menninir í Swangah Dangah náddu ikki Smyril.

 

Nú lova teir, at fyrsti prioritetur komandi leygarkvøld verður at framføra fyri suðuroyingum.

 

Sostatt verður konsert við Swangah Dangah í TB-Húsinum komandi leygarkvøld.

 

Haraftrat verður Dj-Dash at hoyra.

 

Bólkurin, ið er komin brestandi inn á føroyska tónleikapallin við landaplágum sum "Gentan er farlig" og "Frá bygd til bý", blásti veruliga alt um koll á Planet Awards 2011, tá ið bólkurin gjørdist bæði Ársins Nýggi Bólkur og Ársins Bólkur 2011.

 

Bólkurin gav í fjør út nýggja fløgu við heitinum Belials Synir, og varð hendan fløgan eisini tilnevnd Ársins Fløga til Planet Awards.

 

Tað er komandi leygarkvøld á midnátt, at Swangah Dangah trína á pall í Suðuroynni.