Eitt lágtrýst yvir Føroyum fer í ein sunnan og síðani koma køld luft og vetraræl inn yvir landið av norðri. Leygardagin fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri og síðani kemur lýggjari luft av útsynningi.
Í dag
Lot til gul av vestri, 2 til 5 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Í nátt øtlar hann vindin í hvassan vind av landnyrðingi, 12 til 15 m/s. Hitin fellur nakað og vit fáa kava- ella vátaslettingsæl.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti hvassur vindur í støðum, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar í eitt lot og snarar í ein landsynning og sunnan, 2 til 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin av suðri í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og út á náttina regn og hitin millum 2 og 6 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, og nógv regn. Út á dagin snarar hann í ein útsynning og vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.