Nú flytur tú fokus, Kaj Leo

Aftursvar

Fyrst vil eg afturvísa, at nakar feilur er í greinini í gjár. Og tá onki er at koma eftir, hvat ger man so, Kaj Leo? Jú, flytur fokus, og tað er hetta, tú gert við at pástanda, at eg komi við ósannindum.

Fyri at halda meg til pointið í greinini, so er tað hetta, at samstundis sum Farex er í álvarsligum gjaldføristrupulleikum, koyra tveir av trimum eigarum – har tú IKKI ert ein av teimum – í bilum sum kosta ávikavist 750.000 og 770.000 krónur, og at annar teirra, sum er stjóri í felagnum, hevur bílagt ein nýggjan bil fyri 1,1 mió. krónur. Tað er hendan andsøgnin millum neyðlíðandi fyritøkuna og atburðin hjá eigarunum, ið søgan snýr seg um, og ikki nakað roknskapartekniskt um at onki kemur fram um, hvat ognirnar hjá felagnum eru. Tá eg vísi á, at skuldin i Farex við árslok 2006 er slakar 38 mió. krónur (nágreiniliga talið er 37,968 mió. krónur) og eginpeningurin er negativur við 352.000 krónum, so kunnu teir flestu lesarar rokna út, at ognin er 352.000 krónur minni enn skuldin. Við øðrum orðum, at Farex hevur eina bókaða ogn upp á góðar 37,6 mió. krónur.

Tú ert sjálvandi væl­komin at vísa mær roknskapin fyri 2007, so kunnu vit seta okkum niður yvir handan kaffi­munnin, sum tú ert so beinasamur at bjóða mær og myndamanninum, meðan vit gjøgnumganga tølini. Hesin roknskapurin er sjálvandi meiri áhugaverdur, tí hann er nýggjur og fortelur meir um teir fíggjarligu trupulleikar, sum fyritøka tykkara hevur í løtuni.

Tú sigur teg ikki vita, hvørjum bili eg koyri í, og hvør fíggjar hann. Tað vil eg fegin upplýsa tær. Eg koyri í einum Hyundai Matrix 1,6, sum kostaði 178.000 krónur, tá hann varð keyptur í september 2006. Ein frálíkur bilur, sum ongin fíggjar, tí hann er útgoldin.