Bogi Bech Jensen, rektari og professari, stóð á odda fyri einum arbeiðsbólki, sum uppá eina viku skuldi gera eitt tilmæli, um hvat slag av orku skal brúkast at hita miðnámsskúlan Glasir í Marknagili í Havn.
Stríð hevði tikið seg upp, um tað loysti seg betur av hava jarðhita ella fjarðhita.
Politiskt kom knútur á, tí Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum og tveir samgongulimir sita í býráðnum í Havn.
Tí fór fíggjarnevndin at ivast í, hvørja skipan skúlin skal brúka.
Nevndin hevur gjørt eitt A-4 ark við tilmæli um, at tað ber til at brúka báðar skiopanirnar saman, og íløgan tá verður fimm milljónir krónur minni.
Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Framsókn, fýlist í útvarpinum á, at tilmæli er gjørt uttan, at nakrar útrokningar fyri rakstrinum fylgja við, og hon ivast í, um fíggjarnevndin verður liðug at viðgera málið til tingfundin mikudagin.