Nýggi Smyril leggur at í Havn

Nýggi Smyril er ikki liðugt bygdur enn, men hesa vikuna standa teir báðir Smyrlaskipararnir á brúnni og venja seg við at leggja skipið at í Havn.

Onkuntíð stoytir Smyril saman við Norrønu. Onkuntíð fer hann á land á Tinganesi ella rakar Molan ov hart. Men tað ger einki, tí so fær man bara ein nýggjan Smyril og kann byrja umaftur.
Soleiðis sær arbeiðsdagurin út hesa vikuna hjá teimum báðum skiparunum á Smyrli Paula Larsen og Hanusi Lassen, nú teir eru farnir niður á Dansk Marine Institut í Lyngby at royna nýggja Smyril í einum framkomnum simulatori.
 
Havnin skal dýpast
- Um einki verður tikið av dýbdini við Tinganes, fáa vit bara lagt at í góðveðri, og so verður tað ofta, at Smyril ikki kemur á Havnina, sigur Hanus Lassen.
Men í simulatorinum kann man alt. Eisini spreingja eitt sindur av Tinganesi undir vatnskorpuni, so tað er gjørt.
- Um dýpt verður við Tinganes ger tað góðan mun. So skal tað nokk fara at ganga at leggja at. Í simulatorinum klára vit tá at leggja at uttan stórvegis trupulleikar, men um vindurin fer upp á 20 metur um sekundið ber illa til at leggja at, sigur Hanus Lassen, men minnir á, at 20 metur um sekundi í einum simulatori ikki er tað sama sum 20 metur um sekundi í veruleikanum, tí í simulatorinum lívir ongastaðni.
 
Smyril klárar tað
Í blaðnum í gjár segði Ólavur Hovsgarð, skipari á Norrønu, at uttan mun til hvat verður gjørt, verður havnalagið í Havn rætt og slætt ov lítið til eitt skip á stødd við Norrønu. Sambært Hanusi Lassen, skipara á Smyrli, er havnalagið ov lítið sum er, men verður tikið av Tinganesi undir vatnkorpuni, verður tað nóg stórt. Í hvussu er til Smyril.
- Nú er Norrøna eitt nógv størri skip, so har er ikki nógv pláss. Tí skilji eg væl, at skiparin er varin, tá hann leggur at. Men tá ið avtornar vænti eg, at tað fer at ganga at fáa bæði skipini inn í havnalagið, sigur Hanus Lassen..
Teir báðir skipararnir halda fram við at sigla við Smyrli í Lyngby alla vikuna. Har eru tó mørk fyri hvat kann gerast í einum simulatori. Millum annað ber ikki til at flyta ferðafólk, og tí røkir gamli Smyril enn ferðafólkaflutningin millum Suðuroynna og Streymoynna við yvirstýrimonnunum á brúnni.