Nýggi stovnurin eitur Miðgarður

Nýggi dagstovnurin á Stórutrøð í Miðvági fekk leygardagin navn. Stovnurin eitur Miðgarður.

Henda dagin var boðið inn til almenna móttøku, har ein eisini kunngjørdi nýggja navnið.

Miðgarður var í norrønari gudalæru tað staðið, har gudarnir settu menniskjuni í miðjum skaparverki.

Samstundir við navngevingina varð tann nýggja heimasíðan avdúkað. Hon finst á www.midgardur.fo og vísir enn einaferð til norrønu mytologi'ina, har ælabogin Bifrost er ein brúgv, sum gongur frá Ásgarði, har gudarnir búgva, til Miðgarð har menniskjuni búgva.

- Børnini kenna til ælabogan við sínum føgru litum. Teir ymisku litirnir eru mynd uppá ymiskleikan hjá børnunum. Við heimasíðini ynskja vit at lýsa gerðandisdagin hjá børnunum, við myndum og dagbók, hvat vit gera og hví, verður sagt úr Miðgarði í Miðvági.