Nýggi vøllurin takast í nýtslu

B68 skipar í morgin fyri B68-degi, sum tey rópa dagin. Lagt verður fyri klokkan 11 við landskappingardysti í 3. deild, B68-AB. Klokkan 13 verður hoppiborg fyri børnum, og millum klokkan 13 og 15 verður skipað fyri ymiskum kappingum fyri børnum.

Klokkan 16.30 verður nýggi graslíkisvøllurin alment tikin í nýtslu, og eitt nú fara umboð fyri Nes kommunu og Fótbóltssamband Føroya at siga nøkur orð. Klokkan 17 verður so landskappingardysturin millum B68 og TB í Effo-deildini. Hetta er bæði landskappingardystur og steypadystur.

Tá klokkan nærkast 18 verða eisini búffar seldir, klokkan 19 verður harmonikutónleikur - og klokkan 19.30 verður brotssparkskapping, har vinnarin fær steyp til ognar.